Vit hyggja enn aftureftir

Hóast AB nú hevur vunnið tveir dystir á rað ímóti liðum, sum á pappírinum skuldu verið betri, hevur annar av venjarunum á Argjum, John Petersen, ikki hug at kanna sær bitan, fyrr enn hann er svølgdur.

– Um vit eru nummar fimm ella seks, er næstan líkamikið. Vit hyggja framvegis aftur um okkum, tí enn eru níggju dystir eftir, so nógv kann henda, segði John, sum helt, at AB-liðið var ikki so galið, og at góðu úrslitini byggja á hart arbeiði, sum lønar seg.

– Tá tað framvegis var 1-1, var dysturin púra opin og bæði liðini løgdu nógv fyri. Men við nýggja norðmanninum hava vit fingið eina aðra dimensjón í spælið hjá okkum, og tað ger eisini mótstøðuverjurnar ótryggar. Stig-Roar spældi ein fantastiska góðan dyst í dag.