Vit kenna okkum misbrúkt!

Vit kenna okkum misbrúkt!

 

Í hósdagsútgávuni hevur Dimmalætting við blaðgreinini »Heðin Mortensen býtir út valtilfar til børn«, saman við tveimum øðrum greinum, valt at blást eina lítla og meinaleysa hending upp, sum vóru tað stórtíðindi.

Av tí at frítíðarskúlin Smílibýlið er drigin upp í søguna, kenna vit okkum noydd at tala at, tí vit vilja hvørki so ella so verða brúkt sum lopfjøl til tíðindi, ið einki hald hava í veruleikanum.

Søgan er í stuttum tann, at síðsta fríggjadag kom borgarstjóran, Heðin Mortensen, eftir áheitan frá okkum í Smílibýlið at hyggja at einum breki í einum av hølunum, sum vit fleiri ferðir hava gjørt vart við, tí tað kundi vera bæði børnum og vaksnum til skaða.

Sum so mong onnur valevni gera tað í hesum døgum, gav hann okkum vaksnu, sum starvast í Smýlibýlinum ein lítlan faldara. Tá børnini sóu, at vit vaksnu fingu ein faldara, vildu tey eisini hava, og – uttan at nakað meira lá í tí – fingu børnini eisini hvør sín faldara.

Hetta var í okkara eygum ongantíð nakað, ið hendi tilætlað, men tá børnini bóðu um tað, fingu tey eisini faldarar. Vit fingu tey enntá at standa fitt í bíðirøð, so øll fingu hvør sín. Eingin okkara hevði í tonkunum, at nøkur gøla skuldi spyrjast burturúr.

Men nú hevur Dimmalætting valt at gjørt hetta til eina stóra søgu, og tí vilja vit tala at. Ikki minst, tí blaðkvinnan hjá Dimmalætting millum annað hevur ringt til leiðaran á Smílibýlinum fyri at fáa »stórtíðindini váttað«.

Blaðkvinnan var óhøvisk og ætlaði at endurgeva leiðaran í greinini, hóast leiðarin gjørdi vart við, at tað undir ongum umstøðum fór at koma upp á tal, tí tað er ikki upp á nakran hátt okkara ætlan at leggja rygg ella navn til, at ein pinkulítil hending soleiðis verður blást upp.

Ongantíð segði blaðkvinnan heldur, hvørji ørindi hennara vóru ella at talan var um eina formliga blaðsamrøðu, tá hon ringdi, men við sniðfundugum spurningum royndi hon at fáa »sína søgu« fram.

Hóast leiðarin á Smílibýlinum ikki verður endurgivin beinleiðis í teimum trimum greinunum í Dimmalætting, eru partar av samrøðuni við blaðkvinnuna brúktir – bara uttan at nevna leiðaran við navni. Hetta er eisini váttað av øðrum, blaðkvinnan hevur tosað við.

Vit, sum starvast í frítíðarskúlanum, taka frástøðu frá hesi skrivingini og kenna okkum slett ikki aftur í tí, ført verður fram. Samstundis hava vit sagt frá okkum Dimmalætting, sum skúlin annars helt, tí vit kenna okkum misbrúkt í hesum máli.

 

Starvsfólkini á frítíðarskúlanum Smýlibýlið

Barbara Dahl, leiðari

Joan Heinesen, varaleiðari

Elinborg Ljósstein, pedagogur

Maria Forrestal, hjálparfólk

Heidi Glerfoss, hjálparfólk

Rebekka Vang, hjálparfólk