Vit kenna okkum vanvird

- Starvsfólkið hevur eingi generell sjónarmið um sjálva samanleggingina, men framferðarhátturin hjá Jógvani á Lakjuni hevur verið vanvirðandi mótvegis okkum, sigur Malan Johannesen, talskvinna fyri starvsfólkini í SVF

Síðani fríggjadagin hevur verið fundast dúgliga í Sjónvarpi. Malan Johannesen, talskvinna fyri starvsfólkini í SVF, greiðir frá, at tað bæði hava verið fundir innanhýsis, við Starvsmannafelagið og við mentamálaráðharran.

Vanvirðing
Malan kann einki siga um nakran generellan hugburð millum starvsfólkini í SVF til sjálva samanleggingina, men ein felagsnevnari er grundleggjandi misnøgdin við framferðarhátt mentamálaráðharrans.
- Tað kann ikki vera rætt, at almenningurin fær boðini samstundis sum vit avvarðandi, og tað er svárt fyri okkum, at vit á ongan hátt hava verið kunnaði um avgerðina fyrr, sigur Malan Johannesen. Hon heldur, at framferðarhátturin er ímóti øllum paragraffum og reglum.
- Um avvarðandi starvsfólk og leiðsla høvdu verið kunnaði frammanundan, høvdu møguleikarnir fyri eini góðari og friðarligari samanlegging verið størri, men eftir vanvirðandi framferðarháttin móti okkum, sum hava starvast í SVF í nógv ár, gerst misnøgdin sjálvandi sentral, sigur Malan Johannesen.

Eingin umsitingarlig sparing
Mentamálaráðharrin hevur serliga lagt dent á, at "umsitingarútreiðslur kunnu avmarkast við at leggja umsitingarligar funktiónir saman", og Malan Johannesen sigur, at óttin er vaksandi millum starvsfólk at missa arbeiðið.
- Eg skal ikki gera meg klókan uppá fíggjarligan vinning ella tap, men umsitingin í SVF er so tunn og rak, sum hon kann vera. Eg dugi tí illa at ímynda mær, at nakað stórvegis kann sparast í umsitingini. Vit hava so eingi starvsfólk, sum leypa av, sigur Malan Johannesen.

Eingin broyting
Malan Johannesen hevur arbeitt í Sjónvarpi Føroya síðani 1986, og hon dugir ikki at síggja stóru broytingarnar av eini samanlegging í praksis.
- Manningin í SVF arbeiðir so nógv hon kann, og tað vænti eg eisini, at tey í útvarpinum gera. Vit fara sum skilst framhaldandi at starvast í hvør sínum bygningi, so sum heild meti eg ikki, at broytingarnar fyri hyggjara og lurtara vera tær stóru eftir samanleggingina, sigur Malan Johannesen.
Samanumtikið eru hon og starvsfelagar hennara ónøgd við framferðarhátt mentamálaráðharrans, hóast tey ikki hava nakað sjónarmið um sjálva samanleggingina. Tey kenna seg einfalt vera settan til síðis í einum máli, sum fyrst og fremst ávirkar tey og kemur teimum við.
- Tað kennist svárt, sigur Malan Johannesen, talskvinna fyri starvsfólkini í SVF.