Vit keypa sum vit plagdu - hóast stórar príshækkingar

Ógvusligu príshækkingarnar hava ikki fingið okkum at broyta nýtsluna

Hóast prísirnir eru hækkaðir, og hóast tað harafturat eru útlit til at rentan fer at hækka, hava føroysku húsarhaldini higartil ikki broytt nýtsluna merkisvert. Tað er niðurstøðan hjá Váðaráðnum, sum hevur havt fund. Tey staðfesta, at skuldin hjá føroyskum húsarhaldum er ikki vaksin og eftirspurningurin eftir eftir at fáa avdráttarskáa í bankunum, er óbroyttur.

 

Samstundis sigur Váðaráðið, at heldur ikki á sethúsamarknaðinum síggjast nøkur greið tekin um at prísirnir lækka, men húsameklarar siga kortini, at tað tekur longri at selja hús nú enn tað hevur gjørt.

 

Váðaráðið sigur annars, at útlánsvøksturin hevur verið lækkandi síðani seinasta summar og í juli í ár var vøksturin í útlánunum 2,3 prosent hjá føroysku bankunum, og verða danskir fíggjarstovnar taldir við, er vøksturin 3,3 prosent. Fyri einum árið síðani var hann 5,5 prosent.

 

Í juli í ár var orsøkin til vøksturin í útlánunum serliga tann at kommunurnar høvdu tikið lán. Útlánini til kommunurnar eru økt 118 milliónir í tíðarskeiðinum frá juli í fjør til í juli í ár, ella 9,7 prosent. Skuldin hjá kommunum í føroysku bankunum var tilsamans 1,3 milliardir í juli í ár. Útlán frá donskum realkredittstovnum til føroysk húsarhald vóru fýra milliardir í juli í ár og tað er ein vøkstur upp á 13,2 prosent.

 

Realkredittlán við skáa og fastari rentu hava verið vaksandi síðani áleið 2017, men í juli ár sæst eitt lítið fall. Hetta kann vera tí at húsarhald eru farin at spyrja eftir lán við broytiligari rentu, nú ið rentustøðið er økt. Vøksturin í útlánum til vinnuna frá føroyskum bankum var 2,2 prosent í juli í ár.

 

Samstundis hevur Búskaparráðið mett at í vanligum prísum fer bruttotjóðarúrtøkan at vera 11,2 prosent hægri í ár enn hon var í fjør. Sostatt veksa útlánini væl minni enn bruttotjóðarúrtøkan.

 

Føroya Váðaráð metir, at tað eru nøkur greið vandatekin at síggja fyri føroyska búskapin, men tey halda eitt vakið eyga við haldførinum í búskapinum. Tað er framvegis framgongd í føroyska búskapinum, arbeiðsloysið er lágt og eftirspurningurin eftir arbeiðsmegi stórur, bæði hjá tí almenna og í tí privata.

 

Lønargjaldingarnar eru høgar, talið á løntakarum setur met, og tað er framvegis avlop í samhandlinum av vørum við umheimin.

 

Tá tað kemur til vinnuna, eru føroyskir fiskavøruútflytarar næstan givnir við øllum útflutningi til Russlands, men higartil letur tað ikki til, at hetta hevur havt stórvegis tap við sær fyri útflutningsfyritøkurnar.

 

Limirnir í Føroya Váðaráði sita í fýra ár. Fyrsta fýra ára skeiðið er runnið og ráðið er tí skipað av nýggjum. Í Váðaráðnum eru fimm limir. Limirnir eru Malan Johansen, stjóri í Landsbankanum, Bjørn Rúnar Gudmundsson, deildarleiðari á Hagstofa Íslands, Torben M Andersen, proffessari á Århus Universitet, Jógvan Thomsen, stjóri á Vinnustovninum og Ragnfríð Nord Anthoniussen, fulltrúi í Umhvørvis- og Vinnumálaráðnum. Torben M. Andersen og Ragnfríð Nord Anthoniussen eru nývaldir limir í ráðnum.