Vit klára ikki at eta allan hvalin vit drepa

Fólkalívsfrøðingur sigur, at burðardygg veiða er ikki bara at hugsa um stovnin. Vit skulu heldur ikki veiða meiri enn vit klára at eta

Tá ið vit siga, at hvalaveiða skal verða burðardygg, snýr tað seg ikki bara um tað, at vit ikki mugu veiða meiri enn hvat stovnurin tolir. Tað snýr seg eisini um, at vit ikki skulu eta meiri enn vit orka at eta. Tað heldur Bartal Kamban, fólkalívsfrøðingur.

 

Í lesarabrævi her á info, sigur hann, at hann hevur ein trupulleika við, at vit drepa einar 635 grindahvalir um árið í miðal -  og nú hava vit eisini dripið 1.428 springarar í einum.

 

– Orsøkin er heilt einføld og hon er tann, at eg trúgvi ikki vit eta upp, sigur fólkalívsfrøðingurin.

 

Hann vísir á, at kyksilvur, og onnur eiturevni, hava fingið nógv at aftra seg, ella heilt at gevast, við at eta grind. Kortini er turr grind fastur táttur á flest øllum køldum borðum, og tá verður dúgliga etið. Tað er einki galið í tí, men mongdirnar hanga ikki saman, sigur Bartal Kamban.

 

Taka vit støði í teimum grindunum, sum hava verið hildnar til í 2021, eru hvalirnir 8,41 skinn í miðal. Hvørt skinn er 50 kilo av tvøsti og 25kilo av spiki. Sostatt eru 630 kilo av mati á hvørjum hvali í miðal.

 

Falda vit miðalvektina á einum hvali við, hvussu nógvar hvalir vit í miðal hava dripið frá 2000 til 2020 verður tað 630kg x 635 hvalir, ella 400.000 kilo um ári. 

 

Í Føroyum eru vit umleið 55.000 fólk. Býta vit grindina ímillum allar føroyingar, fáa vit 7,3 kilo av tvøsti og spiki fyri hvønn føroying um árið, ella 0,6 kilo um mánaðin.

 

Men tað eru als ikki øll, sum eta ikki grind. Ein kanning hevur víst, at føroyskar kvinnur tað ikki grind, ella í hvussu so er sjáldan. Tað eru eisini fleiri mannfólk, sum heldur ikki eta grind, so lat okkum siga, at 20-25.000 føroyingar eta grind javnan. Fyri at eta allan grindina, skal hvør av teimum 20-25.000 føroyingunum sostatt eta í miðal 1,3-1,7 kilo av grind ella 3-5 kók um mánaðin.

 

– Sjálvandi eru tað undantøk, men tað eru tey allar fægstu, sum eta so nógva grind hvønn mánað. Tískil má nógv av hvalinum fara til spillis. Í vikuni løgdu vit so 1428 springarar omaná roknistykkið.

 

– Mítt argument er, at burðardygg og ábyrgdarfull veiða av súgdjórum í sjónum snýr seg ikki bara um drápshættir og stovnstødd. Tað snýr seg eisini um at ansa eftir, at vit ikki drepa óneyðuga nógvan hval, soleiðis at grind fer til spillis.

 

– Ovurnýtsla og grammleiki er ALDRIN gott, sama um tað snýr seg um hvalaveiðu, seyðahald, sukur, alkohol ella annað, sigur Bartal Kamban.

 

– Tískil haldi eg, at vilja vit veiða hval á ein burðardyggan og ábyrgdarfullan hátt, mugu vit taka atfinningarnar uttan úr heimi til okkum, sigur hann.

 

Trýst her og les meiri um hansara sjónarmið um føroysku hvalaveiðina: Vit eta ikki upp – hvalveiðan í Føroyum má endurskoðast