- Vit kundu havt vunnið

Venjarin hjá VB/Sumba var harmur um, at hansara lið ikki kláraði at hála sigurin í land. Tey trý stigini gjørdust til eitt stig seint í dystinum, tá ið HB javnaði við brotssparki.
- Vit kundu havt vunnið dystin, tí vit vardu sera væl. Brotssparkið, sum HB fekk, skuldi ikki verið dømt, sigur Ole Andersen.
Hann heldur, at seinastu dystirnir hava víst eina positiva gongd hjá VB/Sumba. Fyri viku síðani vann VB/Sumba á útivølli í Fuglafirði, og í gjár fingu teir javnleik ímóti HB.- Vit eru á rættari leið, og vit hava góðar vónir til restina av kappingini, sigur Ole Andersen.