Vit kunnu ikki góðtaka hesa avgerðina

Tað er óhoyrt, at eitt heilt øki verður niðurraðfest tí tað mangla starvsfólk

Leiðslubólkurin fyri dagstovnaøkið í Eysturoy mótmælir við hesum avgerðini hjá Sernámi at niðurraðfesta dagstovnaøkið. Tað sigur leiðslubólkurin í Eysturoy eini yvirlýsing í kvøld. Í leiðslubólkinum í Eysturoy eru umboð fyri allar vøggustovur, barnagarðar og frítíðarskúlar í Eysturoy og Sundalagnum.

 

Samstundis sum at tey mótmæla, heita tey eisini á Mentamálaráðið, og landspolittikarar, um at fáa hesa neyðugu tænastu aftur, so at tey fáa nøktað tørvin hjá tí einstaka barninum, sum er teirra kjarnuuppgáva í námsfrøðiliga arbeiðinum - og eisini sambært dagstovnalógina.

 

­– Tað kom rættuliga óvart á okkum dagstovnaleiðarar, tá ið Sernám fyri kortum sendi okkum eitt felags teldubræv við teimum boðum, at tey ikki longur vildu veita børnum í aldrinum 0-7 ár sernáms- og sálarfrøðiliga ráðgeving, uttan teimum børnum, ið longur eru í skipanini, siga tey í leiðslubólkinum.

 

Tað undrar tey ikki sørt, at Sernám, av sínum eintingum, kann niðurraðfesta eina so týðandi tænastu til smæstu borgara í landinum. Og tað undrar tey ikki minni, at ongin politikari hevur sett landstýrismanninum í mentamálum, ið hevur eftirlitið av dagstovnaøkinum, spurningin um hvat tað er, sum gongur fyri seg. 

 

Í leiðslubólkurin í Eysturoy, eru tey samd um, attey kunnu ikki góðtaka hesa avgerð. Tað er alstórur tørvur á, at dagstovnaøkið ikki missir fakliga førleikan frá sernámsfrøðingum og sálarfrøðingum, ið starvast á Sernámi, siga tey. Stjórin fyri Sernám segði í KvF, at avgerðin var grundað á starvsfólkatrot.

 

– Vit skilja ikki hesa avgerð. Fyri tað fyrsta er tað óhoyrt, at eitt heilt øki skal niðurraðfestast grundað á starvsfólktrot. At starvsfólkatrot elvir til bíðilista, er til at skilja, men at taka fakligar førleikar til eitt so stórt øki sum alt dagstovnaøkið, burtur, skilja vit ikki og tað kunnu vit ikki góðtaka, sigur leiðslubólkurin.

 

– Fyri tað næsta er hetta í stríð við nýggjastu gransking, ið leggur dent á, at tað skal berast skjótt at so at børn kunnu fáa bestu fortreytir fyri trivna, menning og læru. Øll gransking vísir, at møguleikin fyri einum góðum lívi, verður grundlagdur í teimum fyrstu árunum.

 

Verður hesin rættur hjá barninum skerdur, er tað sera torført at vinna inn aftur seinri í lívinum. Avbjóðingin í í samband við menning, misstrivna, atferðartrupulleikar, og aðrar avbjóðingar, hjá tí lítla barninum, økir nógv um vandan fyri sosialan mistrivna í ungdómsárinum og sum vaksin, og hevur hetta fíggjarliga avleiðingar fyri landið.  

 

Tey siga, at tey eru rættiliga ørkymlað av hesi fráboðani ið tey hava fingið frá Sernámi.

 

– Vit vilja á ongum hátt góðtaka at dagstovnaøkið á henda hátt fær hesa óforsvarligu viðgerð, og heita við hesum á avvarðandi myndugleikar, um skjótast at fáa hesa tænastu aftur, sigur leiðslubólkurin.