Vit kunnu ikki liva við størri ferðslu og larmi

- Vit hava einki ímóti børnum, men vit hava nógvar grundgevingar, sum tala ímóti, at eini sethús verða keypt til barnagarð á Argjum. Økið er sera illa egnað til størri ferðslu, sigur Maria Heinesen, granni at umrøddu húsum og stigtakari til mótmælið

Ikki sørt rok hevur staðist av, at eitt eigarafelag á Argjum hevur mótmælt ætlanini hjá Tórshavnar býráð um at keypa eini sethús til barnagarð, sum í dag hýsa spælistovu og dagrøkt. Eigarafelagið, ið eru næstu grannar hjá umrøddu húsum, hava yvir fyri Tórshavnar býráð mótmælt ætlanini út frá einum servitutti í byggisamtyktini, sum sigur, at økið er sethúsaøki burturav.

- Sjálv húsini eru kanska væl egnað til barnagarð, men ikki økið uttan. Vit mótmæla fyrst og fremst út frá tí, at vit meta, at økið er sera illa egnað til ein barnagarð og harvið økta ferðslu. Sum er stendst nógv ferðsla av, at AB-húsið verður brúkt til frítíðarskúla, venjingar og annað. Tá ið kavi er, er stórur ruðuleiki av ferðsluni, bilar standa fastir, og bert ein geir verður grivin. Vit, sum búgva her, hava trupult við at koma út av parkeringsøkinum av tí sama, og tí tolir økið ikki størri ferðslu, sigur Maria Heinesen, ið er ein av næstu grannunum og sum hevur verið við til at mótmæla keypinum.


Ikki stuttligt longur

Eigarafelagið ella grannar settu seg ikki upp ímóti, tá ið spælistova og dagrøkt kom í umrøddu hús. Sum oftast koma dagrøktarmammurnar til gongu við børnunum, og tí hevur størri ferðsla ikki staðist av teirra ávum, men Maria Heinesen leggur dent á, at tey væl kundu verið larmin fyri uttan.

- Larmurin frá børnunum og teirra leikum er heilt ótrúliga stórur. Eri eg heima ein dag, kann eg ikki vera úti í garðinum fyri larmi, og vindeyguni mugu aftur, um tað skal vera inniverandi.Er tað ikki stuttligt og lívsjáttandi at hoyra børn spæla og stuttleika sær?

- Í økinum eru nógv børn frammanundan. Koma 40 børn at halda til í húsinum hvønn dag, verður larmurin enn størri og tá er tað ikki stuttligt longur, men óneyðugt forargilsi hjá grannunum.

Og tá er vandi fyri, at vit fara at meinskast inn á børnini, og tað er sjálvsagt óheppið, tí tað eru jú tey vaksnu, sum taka avgerðina um, at barnagarður skal vera har, sigur Maria Heinesen.


Ótrygt hjá børnum

Tað, sum vigar tyngri í grundgevingini ímóti, at hesi húsini verða keypt til barnagarð, er sambært Mariu Heinesen, at parkeringsmøguleikarnir í økinum eru út av lagi vánaligir.

- Eitt parkeringsøki er, sum hoyrir til grannarnar. Verður barnagarðurin keyptur, verður parkeringsøkið tikið til at gera økið rundan um barnagarðin størri, tí har er ov lítið pláss. Eg havi sjálv verið vitni til, at eitt barn er yvirkoyrt, tí bilar hava staðið framvið alla staðni. Av øktu ferðsluni, sum fer at standast av, at húsini verða keypt til barnagarð, verður enn meiri ótrygt hjá børnunum. Áðrenn tað nakrantíð kom uppá tal at keypa sethúsini til barnagarð, heitti eigarafelagið á býráðið um at fáa betri parkeringsviðurskifti orsakað av økta virkseminum

- Eg dugi ikki at síggja, at møguleikar eru fyri at gera parkeringspláss í nánd av barnagarðinum. Samstundis er so harðført í økinum, at tey sjey ára gomlu børnini, sum koma í frítíðarskúla, ikki seta seg før fyri at ganga stutta teinin frá bussinum, niðan í AB-húsið, tá ið veðrið er ringt, sigur Maria Heinesen, sum leggur dent á, at tey hava einki ímóti børnum.


Lappaloysn

Maria Heinesen veit um dømi, har dagstovnur liggur í sethúsaøki til stóra illneitan hjá grannunum.

Hvar skulu barnagarðar so leggjast um teir ikki liggja í bygdum øki?

- Sjálvsagt skulu teir ikki leggjast út millum ídna. Men verandi dagstovnur á Argjum kundi verðið útbygdur enn meiri. Hann liggur millum sethús, men kortini eitt sindur frá grannunum. Eftir mínum tykki eiga øki at verða vald til barnagarð, sum eru egnað.

Eiga tit ikki at bera yvir við larmi og øktari ferðslu, tá ið tit vita, at so nógv børn bíða eftir einum stovnsplássi?

- Eg skilji ómetaliga væl tey foreldur, sum ikki fáa børnini á stovn, og at tey eru ill um okkara mótmæli. Men eg haldi ikki, at vit skulu finna lappaloysnir, men heldur finna loysnir, sum eru góðar bæði fyri børn og vaksin.

Velur Tórshavnar kommuna at broyta byggisamtyktina, hvørji stig taka tit so?

- Tað fara vit at tosa nærri um, um tað kemur uppá tal.

Byggisamtyktin er ein reglugerð fyri býarskipanina, sum eitt nú. sigur hvussu og hvar byggjast kann í kommununi. Økið, har umrøddu hús standa, er "A1-øki", og ásetingarnar fyri hetta økið eru sambært Marius Müller, tekniskum stjóra í Tórshavnar býráð, hesar: Loyvt er einans at byggja stakhús við í mesta lagi tveimum íbúðum og - eftir serloyvi frá byggivaldinum - tvíhús, raðhús, ketuhús og tílíkar bústaðir fyri eitt húski. Í sambandi við bústaðirnar skal tó bera til at gera rúm til handlar, onnur vinnuendamál og stovnar, treytað av, at hetta ikki er til ampa ella spillur dámin á økinum sum sethúsabýlingur.