– Vit kunnu siga ja ella nei við USA

Løgmaður ásannar, at vit væl kunnu vænta meira hernaðarliga ferðslu um okkara leiðir

Tá føroyski uttanríkisráðharrin Jenis av Rana í dag fundaðist við amerikanska uttanríkisráðharran Antony Blinken, varð millum annað tosað um ynskið hjá USA um at brúka føroyskar havnir til síni herskip, sum patruljera í Norðuratlantshavinum og Arktis. Hetta ynskið hevur USA havt leingi, og við vitjanini hjá Blinken gjørdist tað eisini greitt, at danski uttanríkisráðharrin ikki heilt vil siga, í hvussu stóran mun, USA skal sleppa at brúka havnir her í Føroyum til síni skip.

 

Løgmaður kennir væl til amerikanska áhugan at brúka føroyskar havnir, men hann leggur dent á, at talan ikki er um nakað beinleiðis trýst frá USA, sum militer-serfrøðingar annars vilja vera við, at tað er.

 

– Amerikanarar hava sagt, at teir eru sinnaðir at brúka tær tænastur, vit hava í Føroyum. Tað kunnu vit so siga ja ella nei takk til. Tað er ikki soleiðis, at teir krevja ella forvænta nakað av okkum. Teir hava bjóða seg til at brúka tær tænastur, vit sum ein sjóvinnudepil veita í Norðuratlantshavinum, segði Bárður á Steig Nielsen fyri góðari viku síðani, tá vit í Sosialinum spurdu hann um hetta.

 

Men tá talan er um herskip, so kann mann væl vænta ein størri hernaðarligan aktivitet, ikki so?

 

– Tað kunnu vit rokna við í norðurhøvum. So er spurningurin, um vit ynskja at bjóða okkara tænastur fram ella ikki. Tað eru annars ikki bara talan um beinleiðis krígsskip, men eisini annan aktivitet, sigur løgmaður.

 

Burturúr vitjanini hjá Blinken er eisini blivið greitt, at vit væl kunnu vænta fleiri amerikansk krígsskip - júst eins og skipið USS Ross, sum var á Runavík um vikuskiftið fyri at bunkra og annað. Vitjanin var eisini liður í at uppbyggja eitt samband við Føroyar, sambært amerikanska flotanum.

 

– Um vit ikki ynskja tað, so kunnu vit sjálvandi nokta fyri tí, sigur løgmaður.

 

Hvat heldur tú so persónliga?

 

– Vit hava bjóðað okkum fram at vera ein maritimur depil í Norðuratlantshavi. Av tí at meira ferðsla verður her, so koma vit at bjóða tænasturnar fram. Tað er for tíðliga hjá mær at svara um herskipini, tí eg veit enn ikki nóg nógv um, hvat fyri skip og tænastuveitingar talan verður um, segði hann, tá vit spurdu hann um hetta 6. mai.