Tað sigur Atli Gregersen, liðskipari hjá Víkingi, um avrikið hjá teimum í Europa League í ár. Hann ásannar tó, at mótstøðan í dag var ov møtimikil.
- Hetta er eitt tað besta liðið eg havi spælt í móti. Fyri okkum snúði tað seg um parkera bussin. Vit tordu væl at spæla, men vit høvdu ongantíð bóltin, sigur Atli Gregersen eitt sindur skemtingarsamt um dystin í kvøld.
Tað gekk skjótt upp fyri Atla, sum ikki spældi við í fyrra dystinum, at spælararnir á mótstøðuliðnum vóru fleiri klassar betri enn Víkingur.
- Nakrir av teirra spælarum vóru avbera góðir. Teir vóru bæði skjótari og sterkari. Tað er akkurát sum tá tú spælir FIFA(Fótbóltsspæl til teldir, blaðm) og hin hevur eitt betri lið, sigur Atli víðari.
Miðverjin, sum sjálvur gjørdi sjálvmál, iðrar seg eitt sindur um málini, sum vóru antin heppin ella avbera góð.
- Vit tapa uppiborið 4-0, men málini hjá teimum eru undarlig. Eitt er eitt sjálvmál, har Geza Turi slær bóltin í bringuna á mær. Tvey fara upp í trýkantin og eitt fer í stongina og inn. Hvat skalt tú gera, spyr Atli Gregersen?
Atli ásannar eisini, at um FC Petrolul vildi, so kundi staðið verri til á máltalvuni.
Vit fóru sjálvandi út fyri at royna at fáa eitt stig, men tað funnu vit skjótt útav, at tað bleiv ikki í dag. Um heilt illa vildi til, so kundi tað eisini blivi 6-0 ella 7-0, ásannar Atli Gregersen.
Víkingur megnaði at koma víðari úr 1. umfari við samanlagdum 2-1 sigri á FC Inter Turku úr Finnlandi. Hetta kunnu víkingar vera stoltir av metir Atli Gregersen.
- Hetta er fyrstu ferð í søguni hjá GÍ og LÍF, at eitt lið er komið víðari í Evropa. Tað eru vit stoltir av, sigur Alti Gregersen at enda.
Samrøðan við Atla kann hoyrast undir myndini.