- Vit levera bert kvalitetsloysnir

Klima Energi Service, eisini kent sum kes.fo, er ein fyritøka við heimstaði í Fuglafirði. Miki Lambastein, sum er stjóri í fyritøkuni, hevur drúgvar royndir við HVS, ventilatión og hitapumpum úr Danmark.  

 

Miki Lambastein er stjóri í kes.fo 

Kes.fo er ein fyritøka sum leggur dent á kvalitet og tískil sjálvandi hevur tær røttu útbúgvingarnar og góðkenning til at gera alt arbeiði innan fyri HVS, ventialtión, hitapumpur og jarðhita. Kes.fo leggur stóran dent á grøna orku, og tískil er hetta eisini eitt av hjartamálunum hjá kes.fo.

 

- Vit vilja ikki bara selja eina loysn til kundan. Vit vilja eisini hjálpa kundanum best møguligt, og tí leggja vit dent á, at vit koma út at vitja kundan og síggja húsini ella bygningin, áðrenn vit geva eitt tilboð. Vit ráðføra eisini kundan um, hvussu tey best kunnu optimera húsini, so tey verða meira orkuvinarlig. Hóast hetta kann merkja, at vit ráða til at bjálva húsini ella fáa nýggj vindeygu, áðrenn tey gera íløgu í eina hitapumpu. Tað mest umráðandi hjá okkum er, at kundin fær ta bestu loysnina, og summar tíðir kann loysnin verða ein onnur, enn hon var at byrja við.

 

Tað sigur stjórin í kes.fo, Miki Lambastein.

 

##med2##

 

Nógvir føroyingar halda, at jarðhiti er tað einasta, sum riggar í Føroyum, men nógv er hent við menningini tey seinastu árini. Hitapumpurnar eru ikki tað sama í dag, sum tær vóru fyri 10 árum síðan. Fyrimunirnir við at velja eina luft til vatn hitapumpu í staðin fyri jarðhita er, at skipanin er nógv bíligari at seta upp enn jarðhiti, og tískil er afturgjaldingartíðin minni, enn um man velur jarðhita.

 

- Ein luft til vatn hitapumpa er líka so góð og driftsikkur sum jarðhiti og riggar bæði til gólvhita og radiatorar, sigur stjórin.

 

Kes.fo selur kvalitets luft til vatn hitapumpur frá DVI, sum er danskt design og dygdarvøra.  DVI hitapumpan verður framleidd í Danmark við lutum frá Grundfoss og Danfoss. Tískil eru heldur ikki trupulleikar við at fáa hitapumpur heim uttan langa bíðitíð.   

 

Hitapumpurnar frá DVI eru úr aluminium uttan og rustfríum stáli innan. Hetta merkir, at tær hóska væl til føroyska veðurlagið og rusta ikki. Hitapumpur frá DVI hava eina intelligenta sjálvvirkna stýring, sum stillar pumpuna, so hon er orkusparin og virkar optimalt. Hitapumpan frá DVI larmar ikki, tí kompressarin í skipanini er í einum sylindaraformaðum kabinetti, sum er ljóðdoyvandi. Ventilatorurin brúkar nýggjastu tøkni innan ljóðveikt design, og tað avmarkaða ljóðið úr ventilatorinum ferðast uppeftir. 

 

##med3##

 

Av tí at skipanin hevur ein innbygdan akkumuleringstanga, sum tekur 250-300 litrar, er tað lætt at seta hana upp, og ikki er neyðugt við eyka plássi til eksternar tangar, pumpur og rørleiðingar. Skiftir tú frá oljufýring til eina luft til vatn hitapumpa frá DVI, sparir tú 40-60% upp á hitarokningina. Umframt hendan fyrimunin, so minkar eisini um Co2 útlátið. 

 

- Kes.fo selur hitapumpur, bæði til privat og vinnukundar.  Keypir tú eina hitapumpu frá okkum, veita vit helst Føroya besta garanti upp á luft til hitapumpur sum er 10 ár, treytað av at kundin yvirheldur árligu servisuavtaluna við okkum. 

 

Umframt at selja hitapumpur, setir kes.fo eisini upp ventilatiónskipanir og finnur tí røttu loysnina til eitt nú sethús, raðhús, íbúðarbygningar og til størri vinnubygningar.

Harafturat setur kes.fo komfortventilatión upp í handlum, skrivstovum og privat og hevur loysnir sum fevna um komfortventilatión, processventilatión, køling, stýrisskipanir (CTS), uppsetan og eftirlit. Tá ventialtiónsskipanin er sett upp, verður skipanin innregulerað. Hetta er við í prísinum, tí tað er sera umráðani, at skipanin koyrir rætt. 

 

- Vit hava útbúgving og eru autoriserað innan HVS og kunnu veita alt innan hita, vatn og santitet og levera bert kvalitetsloysnir. Eisini standa vit fyri projektering av størri uppgávum. Øll eru vælkomin at seta seg í samband við okkum, sigur Miki Lambastein stjóri í kes.fo.

 

##med4##

 


 

 

Miki Lambastein er stjóri í kes.fo