Vit liggja, sum tit hava reitt!

Móti betri vitan hava serliga tjóðveldiskvinnurnar Bjørt og Bergtóra í seinastuni hvest pennarnar mótvegis landsstýrinum, nú krubban er tóm. Sama hava onnur loysingarfólk gjørt. Men orsøkina til tómu krubbuna eiga fyrst og fremst somu loysingarfólk. Tí er tað so umráðandi hjá loysingarfólki at flyta fokus frá blokkniðurskurðinum yvir á landsstýrið.

Aftur og aftur havast loysingarfólk og serstakliga tjóðveldiskvinnurnar Bjørt Samuelsen og Bergtóra H. Joensen at landsstýrinum. Atfinningarnar eru oftast vendar móti Rósu Samuelsen, sum umsitur almannamál.
Hóast landsstýriskvinnan í almannamálum ger eitt dygdargott arbeiði og roynir at fáa roknistykkið at ganga upp við teirri avmarkaðu peninganøgd, henni er tillutað, fær hon bert atfinningar.

Landsstýrikvinnan økta játtan
Krubban er tóm. Hallið á fíggjarlógaruppskotinum fyri 2010 er uml. 800 mió. kr. Men hóast tað, er tað eydnast landsstýriskvinnuni at fáa somu upphædd ella enntá eitt vet meiri til júst sítt málsøki.
Men tað sær út sum um tjóðveldiskvinnurnar púrasta síggja burtur frá, at tað júst var teirra flokkur, sum gekk á odda at skerja blokkin í 2002. Um blokkurin ikki var skorin niður og prístalsviðgerðin sett úr gildi, hevði nógv sæð øðrvísi út í dag, serliga hjá teimum sjúku, veiku og gomlu.

Kostað okkum 3,8 mia. kr.
Lesið bara greinina hjá skilamanninum Hera Mohr, um hvussu loysingarflokkarnir hava drenað landskassan! Nú høvdu tær 3,8 mia. kr., sum ørvitisøðrskapur tykkara hevur kostað okkum borgarum, komið væl við.
Men nú liggja vit, sum tit hava reitt.