Vit liva av øðrum enn nationalismu

Flaggdagin kemur fosturlandsalskurin fram í okkum øllum. Men tað skal eisini annað til, segði Malan Marnersdóttir millum annað í flaggrøðu á Giljanesi flaggdagin

Flaggrøða

Giljanes:Tað er ein dygd at vera góður við flaggið og landið. Men tað skal vera eitt mark fyri, hvat vit kunnu bjóða flagginum og brúka tað til, minti Malan Marnersdóttir, rektari á Fróðskaparsetrinum, á í flaggrøðu síni á Giljanesi.
Malan Marnersdóttir tók støði í tí at liva í Føroyum. Hon vísti til rithøvundar sum Heðin Brú, Jóannes Nielsen og Jens Paula Heinesen.
Flaggdagurin er ein av døgunum, har vit gerast national, vísti Malan Marnersdóttir á, og tók í eina yrking hjá Jóannesi Nielsen, sum heldur, at vit liva ikki av berari nationalismu í Føroyum.
»Júst so«, sigur Jóannes Nielsen. »Nationalisma eru ov stórar og ov nógvar tjóðskaparkenslur og tí betur, kunnu vit svara, lív okkara er fult av øllum møguligum øðrum enn tí.«
Vit velja okkum symbol upp á tjóðina og útnevna ymisk ting og fyribrigdi at vera serføroyskar ímyndir, visti Malan Marnersdóttir á.
Eitt nú føroyskur dansur og grindaboð, sum verða førd fram sum nakað heilt serføroyskt. Ikki tí at tað er tað, vit gera mest av í Føroyum. Als ikki, segði hon. Vit mála nógv oftari hús, pussa bilar ella tosa nógv meira í fartelefon í Føroyum, enn vit dansa føroyskan dans ella fara í grind.
?Men tjóðin er tað, sum vit vilja og siga hon er, og tjóðdagarnir eru týdningarmikil symbol í so máta. Við teim-um stíva vit tilvitan okkara av, vit fara kanska eina mest til flaggdagshald við børnunum at vísa teimum, hvussu vit samtykkja, at vit eru tey, vit vilja vera soleiðis savnað og sum heild, segði Malan Marnersdóttir millum annað í flaggrøðuni.
Men flaggdagar valdast, vísti hon á og sipaði til tað hendingina, sum varð víst um allan heim herfyri, tá ein amerikanskur hermaður sveipaði Stars and Stripes um høvdið á eini irakiskari standmynd.
Flaggið skal viðfarast við virðing, eins og vit eisini skulu vísa virðing fyri øðrum enn okkara egna, tí fløgg povokera og ímynda nógv meira enn tað, tey eru, vísti hon á.
Malan Marnersdóttir fegnaðist um, at vit síggja og leggja merki til flagg okkara. Tí tað kann einki vera verri enn at hava eitt flagg, sum eingin leggur merki til, helt hon.
?Hvat høvdu føroyingar hildið, um eingin legði merki til flaggið, og fólk bara lótu sum luft, hóast tað tað var har? spurdi hon.
Vit liva ikki av symbolum og tjóðskaparkenslu. Tað eru ikki grækarismessa, flaggdagur og ólavsøka, sum einsamøll halda okkum á lívi. Hetta eru ritual, sum verða endurtikin á hvørjum ári, eins og jól, páskir og føðingardagar. Men hesir dagar hava týdning, vísti Malan Marnersdóttir á.
?Tað eru teir góðu dagarnir, sum gera tað liviligt her á landi. Teir góðu dagarnir, tá ið tað sæst, at tað ger mun, at vit virka og gera, tað vit kunnu. Teir góðu dagarnir skulu til, fyri at vit skulu koma ígjøgnum teir nógvu vátu og blásandi dagarnar.