Hesi seinastu árini hevur SEV verið í ferð við at byggja út vatnorkuna í Eysturoynni. Fyrst gjørdu teir verkætlanina »Eiði-1«, sum fevndi um byrgingina við Eiðisvatn.
Í hesum døgum eru teir um at vera lidnir við verkætlanina »Eiði-3«, sum fevnir um at bora tunlar gjøgnum fjøllini inn eftir vestaru síðu av Funningsfirði, upp í allar áirnar, og føra tær til turbinuna sunnan fyri Eiði, samstundis við at teir taka part av »Eiði-4« uppí »Eiði-3«.
Ætlanin hjá teimum er fyribils at steðga við Vesturdalsá, men teir fara óiva at halda fram við »Eiði-4« seinni, sum fevnir um økið frá Vesturdalsá og út á Veðranes. Tá eru allar áirnar á Eystaru síðuni av Skálafjørðinum turrlagdar. Seinni fara teir helst í holt við at taka »Eiði-2«, sum fevnir um økið frá Veðranesi til har »Eiði-1« tekur við.
Tá allar fýra verkætlanirnar eru liðugt útbygdar, verður allur norðari parturin av Eysturoynni turrlagdur, tí hvønn einasta á, og hvør einasti løkur verður tikin við, og førdur gjøgnum tunnlarnar til turbinuna, sum stendur sunnan fyri Eiðis bygd. Soleiðis verður øll norðursíðan av Eysturoynni turrløgd á sama hátt, sum gjørt var í Noregi fyri 50 árum síðani.
Í norska blaðnum »Aftenposten« stóð nú ein dagin grein, sum greiðir rættiliga væl frá, hvat er í væntu í Eysturoynni um 50 ár.
Vit hava týtt greinina, sum stóð í Aftenposten: