Vit lukta av líkum og ólíkum!!!

Elin Josefina Smith hevur listaframsýning oktober.

Vit lukta av líkum og ólíkum!!!


Tann 23. oktober verður listaframsýning í Smiðjuni í Lítluvík í Havn.

Tað er listakvinnan Elin Josefina Smith, ið hevur listaframsýning.


Hon býr í Danmark, men sýnir fram í Føroyum í oktober. Heitið á framsýningini er: Vit lukta av líkum og ólíkum!!!


Framsýningin hevur undirheitið: Verðins órættvísið!!!


Framsýningin er í døgunum frá 23. oktober til 28. oktober 2014.½