Vit merkja vøksturin

Heimasíðan Guide to Faroe Islands hevur eitt sindur meira enn eitt ár á baki, og nú grundarlag er so smátt komið til samanberingar, merkist tað, at vøkstur hevur verið í ferðavinnuni farna árið.

Høgni Reistrup rekur Guide to Faroe Islands, sum bjóðar fram ferðavinnutilboð, so sum gongutúrar, siglitúrar, myndatøkutúrar og annað. Heimasíðan er skipað á tann hátt, at ymiskir veitarar kring landið leggja tænastur sínar á heimasíðuna, har tað síðani ber til hjá ferðafólki at bíleggja ferðir og pakkaloysnir, alt á sama stað.

- Fyri august og september sæst framgongd í ár í mun til í fjør. Tað er rættiliga týðiligt, at tað eru nógvir amerikanarar, ið koma hendan vegin. Vit mugu eisini ganga út frá, at summarið í næsta ár verður betri enn summarið í fjør, bara tí at fleiri hotellkømur koma aftrat. Vit síggja tað ikki í bókingunum beint nú, men vit vænta, at tað fer at síggjast komandi mánaðirnar.

 

Stórur seingjartørvur

Ein av størstu avbjóðingunum fyri Guide to Faroe Islands í sambandi við økta ferðafólkatalið er, at talið av seingjarplássum í Føroyum er einfalt ov lítið.

- Nú koma ikki fleiri ferðafólk, tí har er ikki seingjarkapasitetur. So tú kanst ætla, at vit bíða spent eftir nýggju hotellunum, sigur Høgni Reistrup.

Hóast tørvurin á seingjarplássum er vorðin ein fløskuhálstrupulleiki, eru kortini eru fleiri veitarar, ið leggjast aftrat Guide to the Faroe Islands. Tilboðini verða sostatt fleiri í tali, so pláss er framvegis fyri vøkstri í ferðavinnuni, metir Høgni Reistrup.

 

Hugburðurin broytist

Síðani ferðavinnan tók dik á seg fyri nøkrum árum síðani, eru fleiri, ið hava funnist at ferðavinnuni og teimum avleiðingum, ið hon hevur havt fyri náttúru og samfelag. Høgni Reistrup metir tó, at hugburðurin til ferðavinnuna er við at broytast.

- Eg upplivi tað, sum at tað er við at venda nú, og at fólk síggja eitt sindur meira positivt upp á tað. Eg haldi, at fólk eru við at fáa eyguni upp fyri, at ferðavinnan er umráðandi fyri okkum, og at hon kann skapa eina rúgvu av virksemi. Vit royna eisini eisini at leggja okkum eftir at fáa meira burtur úr teimum, ið koma til Føroyar, og tað gera vit við at bjóða góð tilboð út.

- Alt, sum verður gjørt inni á Guide to the Faroe Islands, er gjørt í samráð við tey ymisku plássini. Tað er umráðandi at samstarva og at halda seg til tær reglur, sum eru galdandi, sigur Høgni Reistrup.

 

Tað eru serliga tey støðini, ið fólk kenna frammanundan, ið verða mest vitjað. Høgni Reistrup nevnir Múlafoss, Saksun og Gjógv sum støð, ið ferðafólk eru áhugað í, áðrenn tey koma til Føroya.

- Men meðan ferðafólkini eru og vitja í Føroyum, fáa tey eisini eyga á nýggj og ókendari støð, sum tey eisini fara at vitja.

 

Góð at lofta avbjóðingum

Føroyska ferðavinnan hevur framvegis avbjóðingar, men samstundis er hon rættiliga væl útgjørd til at lofta teimum trupulleikum, ið stinga seg upp. Høgni Reistrup vísir á eitt dømi, har eitt ferðafólk sat fast í Suðuroy, eftir at viðkomandi ikki slapp við Prince norður til Havnar, tí at pláss var ikki fyri fleiri ferðandi.

Ferðavísarin, ið ferðafólkið hevði í Suðuroy, gjørdi av veita innivist og nátturða saman við familjuni, og seinni um kvøldið fekk hann upp í lag at fáa ein lærara at vísa ferðafólkinum runt í kirkjuni, skúlanum og á einum garði. Morgunin eftir varð ferðafólkið koyrt til Prince í góðari tíð, og ferðavísarin fekk manningina at loyva ferðafólkinum umborð at bíða.

- Veitarar og ferðaleiðarar eru ótrúliga raskir at lofta slíkum trupulleikum. Vit eru kend fyri at vera the Land of Maybe, og øll eru von við at hava eina plan B og aðrar loysnir klárar. Fólk kenna hvønn annan, og tú hevur altíð onkrastaðni at fara, sigur Høgni Reistrup.

 

Tað er umráðandi at síggja ferðavinnuna sum eina góða íløgu í framtíðina, heldur Høgni Reistrup og vísir á, at ferðavinnan kann framvegis skapa nógv fleiri arbeiðspláss, tá tørvur er á tí.

- Um til dømis alivinnan ella fiskivinnan hava niðurgangstíðir, so hevur tú framvegis ferðavinnuna, sum kann lofta og skapa nýggj arbeiðspláss, sigur Høgni Reistrup.