Tað er greitt, at: · fiskivinnan er álitið í føroyska búskapinum, men arbeiðsplássini í fiskivinnuna fækka alsamt · skulu vit økja um fólkatalið og eggja til, at nýggjar vinnur verða settar í verk (sum ikki eru bundnar at fiskivinnuni), mugu vit leggja lunnar undir eini gongd móti nútímans vitanarbúskapi · vit kunnu ikki øll faa løn fra tí almenna, og tí mugu vit fyrst og fremst raðfesta privatu vinnuna Tað hevur tí stóran týdning, at vinnan í Føroyum hevur góðar karmar at virka undir, og at vit fremja átøk, sum skapa vøkstur og virksemi í samfelagnum. Men tað er ikki nóg mikið bara at tosa um nýskapan, gransking og íverksetan. Talk is cheap – fígging skal til. Við ongari fígging verður eingin verkætlan og eingi nýggj arbeiðspláss til ungar, vælútbúnar føroyingar.
Í søguligum samanhangi hava føroyingar altíð roynt at loyst spurningin um búskaparligt fjølbroytni sjálvir, uttan hjálp frá útlendingum ella útlenskum kapitali. Í roynd og veru hava vit sum heild havt ta sannføring, at útlendskir pengar (uttan, halda summi, stuðulin úr Danmark) hava negativa ávirkan.
Luksemburg
Hendan sannføringin er, haldi eg, púra skeiv. Eitt gott dømi um land, sum í stóran mun hevur bygt sín vøkstur á útlendskan kapital, er Luksemburg (færri enn 500.000 íbúgvar), sum hevur drigið tíggjutals milliardir dollarar til sín farnu 20 árini og hevur hægstu per capita miðalinntøku í Evropa (næstan 80.000 dollarar). Luksemburg hevur einki náttúruríkidømi, men telist millum ríkastu londini í heiminum.
Hvussu hava grannar okkara í Luksemburg borið seg at? Teir hava stutt sagt raðfest búskaparligt og politiskt støðufesti og hava ígjøgnum mong ár prógvað fyri útlendskum íleggjarum, at teir hava eina samskipaða stjórnarvisión viðvíkjandi framtíðar menning landsins. Boðskapurin er púra greiður: Welcome, we are open for business.
Eg eri búsitandi i Moskva, har eg arbeiði á stórum amerikonskum advokatvirki. Eg eri ráðgevi hjá vesturlendskum íleggjarum og íløgubankum í sambandi við íløgur m.a. í Russlandi (og í øðrum londum, ið hoyrdu upp í gamla Sovjetsamveldið) og Afrika. Vandarnir eru sjálvandi nógvir í slíkum vakstrarmarknaðum, men tað, sum íleggjarar óttast allar mest, eru ótryggar vinnuligar karmar og politiskar myndugleikar, sum ikki megna at halda beina kós.
Sjálvmálið
Tí haldi eg, at nationaliseringin av Atlansflog er sera óheppin. Politiski myndugleikin, sum í 2007 tók halvhjartaða avgerð at einskilja Atlansflog og m.a. seldi virðisbrøv til útlendskar ileggjarar, hevur prógvað, at hann hevur lítið trúvirði og onga greiða ella samanhangandi stjórnarvisión. Málið um Skálafjarðartunnilin og Copenhagen Infrastructure Partners (CIP) er eisini dømi um negativa marknaðarføring. Vit kunnu siga, hvat vit vilja um tilboðið og sømdirnar, sum CIP bjóðaði, men vit mugu viðganga, at politiska tilgongdin til málið var láturliga ósamanhangandi og óprofessionell.
Eingin føroyingur misti, mær vitandi, pening orsakað av Atlansflog ella CIP málunum, men í sambandi við hesi mál hava vit sent greiðan (men sera óhepnan) boðskap út, sum kanska kemur at kosta okkum sum frálíður.
Prátið um at umskapa Føroyar til vitanarsamfelag og at fremja vakstrarátøk fara neyvan at hvørva. Menning kostar pening, so tørvurin á fígging fer ivaleyst at vaksa heldur enn at minka í framtíðini. Fyrr ella seinni fer onkur føroysk verkætlan at koma undan kavi, har ið útlendsk fígging hevði verið bæði hent og uppløgd (so var kanska ikki i sambandi vid Skalafjarðartunnilin og Atlansflog). Men soleiðis sum skilið er nú, kunnu vit ikki vænta stóran áhuga. Brent barn ræðist eld.
Vit likjast Luksemburg á mangan hátt (stødd, fólkatal, o.s.fr.), men, ólukkutíð, anno 2014 minna vit meira um eitt óstabilt og illa rikið menningarland.
|