Nakrir tankar, ið koma fram fyri ein nú flaggdagur stundar til.
Merkið og kvinnur á tingi hava havt nógva umtalu herfyri.
Hetta eru evni, sum Jona Henriksen ofta var sett í samband við og, sum hon var ein partur av í nógv ár.
Jona man hava verið tann kvinnan í Føroyum, ið oftast hevur vundið Merkið á stong – bæði í gleði og sorg.
Soleiðis fara vit altíð at minnast teg.
Takk fyri alt, tú gav okkum.
Eldri K.F.U.M. skótar
Nú sígur flaggið niður á grund
– hátt ljóðar kvøldarsongur –
nú nærkast dagsins síðsta stund,
og sól til viða brátt gongur.
Trílitað flagg, við krossinum á,
lær okkum altíð at minnast,
at gestir eru foldum vit á –
í himli heim várt man finnast.
M. S. Viðstein