SVANGASKARÐ: Tað var eingin orðafloymur í umklæðingarrúminum, og venjarin hjá finsku gestunum var ikki serliga orðaríkur, tá vit fingu tonna á hann, áðrenn teir smoygdu sær í bussin og fóru aftur til Havnar:
? HB hevur eitt gott lið, og teir hava alt rós uppiborið fyri avrikið, men eg má ásanna, at vit spældu okkara kort ómetaliga vánaliga. Samantalt høvdu vit einar tíggju heilt stórar málmøguleikar, og harafturat vóru fleiri støður, har vit við eitt sindur av hepni kundu havt fingið týdningarmikla málið á útivølli. Tað fingu vit ikki, ikki minst tí HB málverjin stóð sera væl, og nú verður tað torført á heimavølli, men tað ber framvegis til, segði VPS venjarin, sum á HB liðnum serliga hevði lagt til merkis góða bóltførleikan hjá Jens Erik Rasmussen, Súna Fríða Johannesen og Andrewi av Fløtum.
Grundarlagið viknað
Hannu Touru hevur havt undanvind í Vaasa. Hetta er triðja árið hjá honum í felagnum. Fyrsta árið endaðu teir á sætta plássi, í fjør fingu teir silvur, og nú liggja teir á odda og eru á veg móti fyrsta meistaraheitinum síðani 1948. Venjarin hevur ikki fjalt yvir, at hann vil røkka langt, og hann hevur givið ilt av sær, tí leiðslan í felagnum í summar hevur selt málverjan, Jussi Jääskeläinen, til Bolton, og síðani verjuspælararnar Tomi Kinnunen og Juha Reini til belgiska Genk.
? Felagið hevur fingið nakrar milliónir burtur úr hesum sølunum, men at tað svíður ítróttarliga var sjón fyri søgn í kvøld. Hetta er fyrsta ferðin, at VPS er við í altjóða fótbólti, og tá vit hava mist teir, sum nú eru á landsliðnum og harvið hava altjóða royndirnar, so sæst tað, ásannaði venjarin, sum hevur fingið norska Roger Lange úr Tromsø sum nýggjan mann í miðverjuna:
? Felagið ætlar at keypa fleiri norðmenn, men hetta er ikki komið uppá pláss enn, veit venjarin at siga, og so kunnu vit rokna út, at nýggju norðmenninir neyvan eru skrásettir hjá UEFA og harvið verða teir ikki við ólavsøkudag í Vaasa.
Finska felagið hevur roynt at fáa Hannu Touru at skriva undir sáttmála fyri komandi ár, men hann hevur ikki skrivað undir, og hann fer neyvan at skriva undir, tí hann og leiðslan eru ósamd í, hvussu felagið skal rekast.