Vit mugu halda dampinum

 Vit vita av, at tað koma truplari dystir enn hesin, og tí er sera umráðandi, at vit alla tíðina eru tendraðar, sigur Anna Maria Samuelsen eftir stórsigurin á Onglandi í gjárkvøldið


Vogosca, Sarajevo: Í mangar mátar varð hildið, at mótstøðan hjá Føroyum fyrsta dagin í kappingini var mest sum láturlig. Og at føroyska liðið tí mest sum einki fekk burtur úr dystinum. Men hesum var Anna Maria Samuelsen tó ikki heilt samd í, tá vit prátaðu við hana eftir dystin.
                       Vit fáa so tað burturúr, at allar sleppa at spæla hampuliga stóran part av tíðini, og tað er altíð positivt. Tað er sjálvandi trupult at halda dampinum uppi í einum slíkum dysti, sjálvt um vit hava tørv á at spæla nakrar skipanir inn á liðið. Tí tað er so trupult at halda dampinum uppi alla tíðina.
                       Men vit royndu so hóast alt. Serliga í byrjanini av dystinum vóru vit heilt tendraðar, og fagnaðurin eftir hvørt mál var rættiliga stórur. Men sjálvt um vit royna at halda ferðini og konsentratiónini, so fellur spælferðin náttúrligt. Eisini hóast tað er ógvuliga týdningarmikið, at vit royna at halda fast um ferðina alla tíðina.
                      Men tað fara jú eisini at koma truplari dystir enn hesin?
                       Ja. Og júst tí er tað ógvuliga umráðandi, at vit ikki fara at slaka við nøkrum sum helst. Byrja vit at hugsa tankar um, at hini liðini eisini eru á hesum støðinum, so kann tað væl gerast heilt vandamikið. Tí knappliga stendur tú móti eini nógv sterkari mótstøðu, og tá kanst tú ikki bara tendra kontaktini uttan víðari.
 
Skulu vinna bólkin
Skuldi metast eftir tí, sum Albania vísti í dystinum mikudagin, so verður tað tó ikki fyrr enn fríggjdagin, at tann upplivingin stendur á skránni. Eisini hóast tað út frá hesum var trupult at meta um styrkina hjá Georgia.
                       Vit síggja tó nakað til tær í hesum dystinum. Tær hava spælarar, sum duga at skjóta, og tær koyra nøkur kontra ígjøgnum. So nakrar dygdir hava tær, og tað mugu vit vera klárar uppá. Vit skulu í øllum førum miðja eftir fyrsta plássinum í bólkinum, so vit fáa best møguligu hálvfinaluna.