Vit mugu hava eitt skip afturat

Borgarstjórin í Skopun, Gerhard Lognberg, er sannførdur um, at skal nøkur loysn fáast á siglingini um Skopunarfjørð, so er neyðugt at fáa eitt skip aftrat, tí Teistin siglir alla tíðina, men allíkavæl eru bíðirøðir.

 

- Teistin er okkara asfalt, og tað er strævið at koma til og frá Sandoynni, tá ferðin um fjørðin er so lítil og bíðitíðin so long, sigur hann.

 

Heldur ikki vil borgarstjórin í Skopun hava sitandi á sær, at vatnið í Skopun er skitið, og at tað skal vera ein orsøk til seinkingarnar, at Teistin noyðist út í Hest at taka vatn.

 

Rás 2 fekk orðið á Gerhard Lognberg í dag. Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra samrøðuna.