Vit mugu hava álit á hvørjum øðrum

Jørgen Niclasen hevur ikki tikið støðu til, um búskapargrunnurin skal lógarfestast øðrvísi enn við vanligari lóg, men hann heldur, at politikarir eiga at hava álit á hvørjum øðrum, og skipa seg hereftir

Ein orsøk til, at formaðurin í Javnaðarflokkinum, Aksel Johannesen, vil tryggja ásetingarnar um Búskapargrunn Føroya í Stýrisskipanarlógini, er, at sitandi samgonga fyrr hevur flutt 70 milliónir krónir úr búskapargrunninum yvir í landskassan.

Hetta varð gjørt við eini broyting í lógartekstinum viðvíkjandi viðvarandi tilfeingi.

Sostatt varð inntøkan frá søluni av makreli undantikin lógini um búskapargrunnin. Hetta er tó eitt eindømi og kann ikki samanberast við oljuinntøkur, sigur Jørgen Niclasen, fíggjarmálaráðharri.

- Vit høvdu eitt stórt undirskot í landskassanum, og vit høvdu 70 milliónir í búskapargrunninum. Tað gevur ikki meining at spara upp í einum grunni, tá vit hava eitt undirskot í landskassanum. Tí avgjørdi eg, at teir pengarnir skuldu í landskassan, sigur Jørgen Niclasen.

Eingin trupulleiki
Hann heldur tó ikki, at hetta verður nakar trupulleiki, um ein oljuvinna fer at geva milliardir í inntøkum.

- Tað er vanligt vit og skil, at oljupengar sjálvsagt skulu í ein grunn og ikki inn í samfelagið, sigur Jørgen Niclasen. Hann er ikki í iva um, at politikarir í løgtinginum eru samdir um tað.

Hann vil tó ikki svara uppá, um tað merkir, at eitt undirskot altíð skal kunnað dekkast av pengum í búskapargrunninum.

- Allir flokkar arbeiða í dag við at sleppa av við hallið. Tað gevur ikki meining at spara upp í búskapargrunninum, um tú hevur undirskot á fíggjarlógini, tí so skalt tú út at læna pengar, sigur Jørgen Niclasen.

- í Noreg hava tey ein grunn, sum oljuinntøkur eru goldnar til í nógv ár, og tað trúgvi eg eisini, at vit kunnu hava her, sigur Jørgen Niclasen.



Bakgrund
Í mándagsblaðnum hevði Sosialurin stórt tema um oljuvinnuna í sambandi við, at Javnaðarflokkurin á Fólkatingi skipaði fyri Oljuráðstevnu á Christiansborg 21. februar. Í blaðnum sigur Johnny í Grótinum, búskaparfrøðingur millum annað, at er altavgerandi hvussu vit politiskt skipa karmarnar fyri oljuvinnuni.

Hann leggur dent á, at tað er av stórum týdningi, at oljujvinnan verður avbyrgd, so hon ikki ávirkar aðrar vinnur í ov stóran mun. Eitt nú eru ásetingar um, at alt skal inn um føroyskan kajkant beinleiðis skaðiligar, tí tær tvinga virksemi til landsið, sum annars ikki hevði verið her. Umframt tað, at inflatiónin verður størri enn neyðugt, kann avleiðingin av slíkum krøvum verða, at hesar nýggju oljubaseraðu vinnurnar fara avstað við allari arbeismegini, so aðrar vinnur mugu geva skarvin yvir.

Ein háttur at tryggja javnvág í búskapinum er við Búskapargrunni Føroya, sum varð settur á stovn í juni 2011. Búskapargrunnurin skal forða fyri alt ov ógvusligum pengingainnspræningum í føroyska samfelagið, við at stórar inntøkur frá eitt nú oljuvinnu ella tilfeingisgjaldi verða beindar í búskapargrunnin, og síðani fluttar til landskassan í avmarkaðum mongdum.