Vit mugu helst byggja Skúladepilin í Marknagili

- Vit verða helst noydd at halda fram við Skúladeplinum í Marknagili, hóast hann fer at kosta meir, enn ætlanin var.

Tað sigur Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í mentamálum.

Hann sigur, at Landsverk leggur seinasta hond á eitt tilmæli nú og tá ið tað er komið, fer hann at leggja tað fram til politiska vigerð.

Landsstýrismaðurin sigur, at sum hann skilur, fer Landsverk at mæla til at halda fram við verkætlanini, sum nú fyriliggur.

Men Bjørn Kalsø hevur kortini tað fyrivarni, at tað verður neyðugt at játta fitt av pengum afturat til verkætlanina, tí hon fer at kosta einar 70 milliónir meiri enn Løgtingið hevur samtykt

- Tá tilmæli frá Landsverki er komið, má samgongan taka støðu til um politiskur vilji er til at játta meiri pengar til ætlanina.

Hinvegin hevur Tórshavnar Kommuna eisini bjóðað seg til at vera við í ætlanini og tann spurningurin skal so eisini kannast, sigur Bjørn Kalsø.

Sjálvur heldur hann, at tað fyrsta, sum liggur fyri, er at fremja hesa verkætlanina, sum nú fyriliggur.

Vit hava longu brúkt fitt av pengum upp á hana og verður verkætlanin slept, verður tað heldur ikki ókeypis, tí so skal alt projektið gerast av nýggjum, sigur Bjørn Kalsø.

Higartil eru einar 50 milliónir brúktar upp á at fyrireika verkætlanina í Marnkagili.

Hinvegin ger Bjørn Kalsø greitt, at verður farið undir hesa verkætlanina, vil hann hava ráðgevarar og byggiharrar at veita fulla trygd fyri, kostnaðarætlanin fer at halda.