- Oftast eru tað fólk, sum sjálvi hava havt ein truplan barndóm við eitt nú misnýtslu, sum gera slíkt, sigur Alice Simonsen.
Barnabati vísir nú á, at tað er neyðugt at veita neyðugu viðgerðina til brotsmenn av hesum slag, soleiðis at tey ikki halda áfram við at gera seg inn á børn.
- At gera seg inn á børn og ung er ein so ræðulig gerð, at vit helst vilja senda fólkini í fongsul og gloyma alt um tey. Men einaferð koma tey út aftur á gøtuna, og tá eru tey ungu aftur í vanda, sigur Alice Simonsen.