info
Ongi úrslit

Vit mugu hugsa øðrvísi fyri at fáa øðrvísi úrslit

Erhard Joensen
18. november 2022 kl. 20:19

Eg bjóði meg fram til løgtingsvalið 8. desembur.

Eg havi havt tann stóra framíhjárætt at sita á Føroya Løgtingið seinastu gott 3 árini. Takk fyri tað og takk til bæði samgongu og andstøðu fyri samstarv. Hesi árini eru fleiri umráðandi mál avgreidd.

Millum annað:

-     Ókeypis sálarfrøðiliga hjálp til tey ímillum 15-35 ár

-     Vakstrarforum er sett á stovn. Her skal viðgerast hvørjar vinnur vit skulu satsa uppá sum vakstrarvinnur

-     Okkara pensjónistar fáa nú 1100,- kr. meira um mðr.

-     Ein veðurlagspolitikkur er orðaður

-     Felagið P/F Suðuroyartunnilin er stovnað

-     Fimm heim til fólk við serligum tørvi eru á veg

-     Ein nýggj diabetesmiðstøð er samtykt

-     Almanna- og heilsuøkið er raðfest

-     Vit hava styrkt um endurvenjing og styrkt um viðlíkahaldsvenjing

-     Fyrsta skotið er skotið í Fámjinstunnlinum

-     Lógin um bústaðir

-     Skattafrádrátt til lærlingar upp til 50.000,- kr.

-     Styrkt um grundarlagið undir Ítróttarháskúlanum í Vági

-     Styrkt um FabLab í Vági

-     Hava fingið farmaskip ímillum Suðuroynna og Tórshavn fyri at lætta um trýstið á Smyril

-     Hava fingið nøkur nýggj reiðaríðir

-     Hava styrkt um ADHD klinikkina á Landssjúkrahúsinum. Bíðitíðin farin er farin úr 48 mðr. niður í 17 mðr.

-     Neyðtøkutilbúgving við sálarfrøðiligari hjálp er sett á stovn

-     Nógv fleiri koma ígjøgnum MR-skannaran, tí hann er opin longri

-     Menna endurvenjingartilboð á Suðuroyar Sjúkrahúsið fyri fólk við hjartasjúku, lungasjúku, diabetes og krabbameini

-     Hava avsett pening til útbúgving av fleiri yngri læknum

Alt hetta er gott og vit skulu gera tað enn betri. Nevnast kann, at hóast bíðitíðin at sleppa til útgreining fyri ADHD er minkað munandi, er tað enn ov leingi at bíða 17 mánaðir. Tað er hvørki nøktandi fyri tann, ið hevur tørv á hjálp ella fyri familjuna.

Verið eg afturvaldur, fari eg at halda fram vit at stríðast fyri, at vit fáa eitt enn og betri samfelag. Og tað er av alstórum týdningi, at vit fáa nýskipanir nú. Fleiri nýskipanir. Summi hol eru so djúp, at pengar ongantíð fara at tøppa tey. Tað ynski eg at hjálpa við og við fleiri ára royndum sum íverkseti tori eg at hugsa øðrvísi, og øðrvísi úrslit krevja øðrvísi hugsan.

 

Erhard Joensen

valevni fyri Sambandsflokkin til løgtingsvalið

 

Mest lisið hesa vikuna

Løgreglan eftirlýsir mann í Havn

29. oktober kl. 07:44

So nógv vita danskir politikarar um Føroyar

Í gjár kl. 15:45

Ein stormskaði fráboðaður

25. oktober kl. 09:07

Sanna Dahl tekur við eftir Jógvan Arge

26. oktober kl. 20:45

Myndir: Markleys útbúgving við Tjarnir

28. oktober kl. 10:47

Tað gekk sum Sigfríður spáddi

25. oktober kl. 20:51

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Dómari vísir rættarmáli hjá Trump móti Wall Street Journal frá sær

4 tímar síðan
Fótbóltur

Landsliðsliðskiparin fekk reyða kortið

5 tímar síðan
Fótbóltur

Hanus skoraði í stórsigri hjá Aluminij

5 tímar síðan
Tíðindi

Noreg: Maður doyði á einari venjingarstøð

5 tímar síðan
Hondbóltur

16 føroysk mál tá Valur vann fimta sigurin á rað

6 tímar síðan
Fótbóltur

Liðið hjá Samuel er ósigrað í seks teimum seinastu dystunum

6 tímar síðan
Hondbóltur

Gylta hevði 15 bjargingar í heimasigri hjá Skuru

7 tímar síðan
Tíðindi

Meira enn 5.000 deyð av ebola í DR Kongo

7 tímar síðan
Hondbóltur

Rakul stórspældi tá Skanderborg vann botnbrakið

7 tímar síðan
Tíðindi

Verkfall í 113 havn­um – mót­mæla vápna­flutn­ingi og krígs­vanda

8 tímar síðan
Hondbóltur

Liðini hjá Eliasi og Vilhelmi vunnu

8 tímar síðan
Fótbóltur

Bartal Páll er besti málskjútti í Gundadali

8 tímar síðan