Kirkjan eigur at undirvísa minikonfirmantum í 4.-5. flokki, og bispur skal tryggja, at kirkjan er rúmlig, og at tey smærru plássini verða styrkt. - Vit mugu fylgja við og vera kirkja av tíðini, vit liva í í dag, heldur Jákup Reinert Hansen, biskupsvalevni
Googlar tú eftir Jákupi Reinert Hansen á internetinum, koma fleiri áhugaverd leinki fram. Umframt at hava skrivað eina Ph.D.-ritgerð um Jákup Dahl, hevur hann eitt stórt netverk við vísindafólk og granskarar í okkara grannalondum, og tað er ikki so sjáldan, hann verður biðin at skriva greinir í bæði ensk, týsk og norðurlendsk tíðarrit og bøkur.
Hann las guðfrøði í Århus og las eitt skifti í Rom. Umframt at granska nógv sum guðfrøðingur, roynir hann seg eisini av og á sum ferðaleiðari í Føroyum fyri at halda málsligu førleikarnar við líka, og hann man vera ein av teimum fáu prestunum í Føroyum, sum tú kanst síggja spæla guitar í prestakjóla. Hetta ger hann serliga fyri konfirmantum.
Hví hevur tú valt at lata teg stilla upp sum bispur?
- Fyri tað fyrsta havi eg fingið áheitanir, og fólk hava sagt, at tey biðja fyri mær. Fyri tað næsta haldi eg meg hava nakrar førleikar, bæði viðvíkjandi útbúgving og starvsroyndum. Eg havi verið prestur í 25 ár í november. Tað, sum eg havi arbeitt við vísindaliga, er tað praktiska: sálmar, prædikur og ritual, sum hevur samband við tað, kirkjan er í gerandisdegnum, sigur Jákup Reinert Hansen, prestur á Sandi.
- Harafturat havi eg verið formaður í Prestafelagnum seinastu 11 árini, har eg havi fingið innlit í lógarverkið og nógvar av teimum trupulleikum, sum kunnu standast innan kirkjuna, og havi eg verið til at loyst hesar trupulleikar.
- Eg siti í kirkjuliga fylgibólkinum í sambandi við yvirtøkuna, og beint eftir páskir var eg ráðgevi hjá Mentamálaráðnum, áðrenn tær fyrstu kirkjulógirnar vórðu lagdar fyri Tingið.
Hvussu ætlar tú tær at vera ein góður leiðari fyri prestarnar og kirkjuna annars í Føroyum?
- Tað, sum hevur týdning, er, at viðkomandi skal kenna tað, hann er leiðari fyri. Eg ætli mær at vitja hvørt einasta kirkjuráð í Føroyum og læra at kenna hesi fólk persónliga, sigur Jákup Reinert Hansen.
Loysa organistspurningin
- Eg havi varhugan av, at trupulleikar finnast í smærru støðunum í landinum, sum illa kunnu loysast lokalt, t.d. organistspurningurin, sigur prestur, sum heldur, at kreftirnar eiga at savnast og brúkast betur.
- Kirkjan má fáa í lag útbúgving á ymiskum stigum, so fólk fáa førleika og kunnleika til kirkjutónleik, sigur Jákup Reinert Hansen, ið tekur undir við kirkjuráðslimi, ið hevur skotið upp, at minst eitt lønt urguleikarastarv átti at verið í hvørjum prestagjaldi. Jákup Reinert Hansen ásannar, at hetta krevur pening, eins og samstarv millum kirkjuráð. Men hann minnir tó á, at hetta kann koma í lógina um kirkjuráð, sum er ávegis.
- Eg hevði vitjað allar prestarnar og spurt um embætið, sigur Jákup Reinert Hansen, um hann verður valdur bispur. Hann metir, at nógvir dugnaligir prestar eru í Føroyum, og at vit áttu at savnað og brúkt kreftirnar, av tí, at tað kann vera einsligt at arbeiða sum prestur, og tí tað ikki ber til hjá prestum at tosa við øll um tað, teir uppliva í gerandisdegnum.
Fleiri prestar í Føroyum
- Vit mangla prestar í Føroyum. Eitt nú í Hoyvík áttu tveir prestar at verið settir beinanvegin og bygt hetta upp. Gott hevði verið, um ein prestur, sum var knýttur til stiftið, kundi traðkað til, tá ið á stóð. Hesin skuldi so eisini gjørt tilfar til undirvísing og gransking, sigur Jákup Reinert Hansen, ið tó ikki sigur seg vilja koma út við øllum møguligum ætlanum undan valinum, av tí, at hann heldur sigur seg vilja byggja á veruligar analysur.
Ella sum Jákup Reinert Hansen sjálvur orðar tað:
- Ein leiðari kann ikki ganga einsamallur!
Floyalshandskar og diplomatfrakki
Hvørjar verða høvuðsuppgávurnar hjá bispi?
- Hetta havi eg lýst við myndini av arbeiðsklæðunum hjá bispi, sigur Jákup Reinert Hansen og sipar til tað, hann hevur sagt á kjakfundunum higartil, har hann hann eitt nú hevur nevnt tann svarta kjólan. Bispur skal fyrst og fremst vera prestur og ein góður teologur, tí tað stendur í biskupsritualinum, at bispur skal hava umsjón og umsorgan fyri prestunum, sigur Jákup Reinert Hansen.
Somuleiðis heldur hann, at bispur skal hava vanlig hampaklæði, tí nógv umsiting og skrivstovuarbeiði fylgir við starvinum.
- Harafturat skal hann hava floyalshandskar og diplomatfrakka, sigur Jákup Reinert Hansen og heldur fram í sínum myndamáli, har hann leggur dent á, at biskupskápan er ein ferðakápa, tí bispur skal eisini umboða ta føroysku kirkjuna uttanlands.
- Bispur skal vera málsliga væl fyri, okkara umboð uttanlands, so vit ikki verða avbyrgd her í Norðuratlantshavi, sigur Jákup Reinert Hansen.
- Sjálvur seti eg tað ógvuliga høgt at prædika. Bispur er vígdur til orðsins tænastu, sigur prestur og leggur afturat, at bispur kann prædika í øllum teimum 60 kirkjunum í Føroyum, og tað ætlar hann sær eisini at gera, verður hann valdur.
Tryggja rúmligu kirkjuna
Hvørjar verða tær størstu avbjóðingarnar hjá føroysku fólkakirkjuni næstu árini?
- Fólkakirkjan líkist samfelagnum, Tað er stórur munur á teimum stóru og smærru plássunum, men vit eru eitt land, so hvussu styrkja vit tey smærru plássini? spyr Jákup Reinert Hansen.
Hann nevnir eisini ta sonevndu polariseringina, sum hann heldur, at fjølmiðlarnir hava havt stóran áhuga fyri. Serliga tað, sum hevur ljóðað uttast av høgra- og vinstraveinginum í kirkjuni.
- Kirkjan er rúmlig í dag, og hvussu tryggja vit hetta, sigur Jákup Reinert Hansen um eina av størstu avbjóðingunum í framtíðini.
- Vit skulu styrkja tann lutherska profilin. Í okkara lutherdómi er eitt veldugt potentiali, men vit hava ikki dugað nógv væl at gagnnýta hetta, heldur Jákup Reinert Hansen.
Hann nevnir til dømis barnadópin og spyr, um vit eru nøgd við tað, okkara børn læra eitt nú í skúlanum. Her heldur hann, at tað ikki er nóg mikið hjá kirkjuni at sita hendur í favn, men heldur sjálv at gera okkurt við tað.
- Vit kunnu ikki bara halda, at onkur annar tekur sær av lærdóminum.
Jákup Reinert Hansen nevnir eitt av nýggjastu tiltøkunum í tí donsku kirkjuni. Í Danmark hevur nevniliga verið vanligt at undirvíst sonevndum minikonfirmantum seinastu árini, og hetta hevur verið sera vælumtókt.
- Hetta kundi millum annað verið kombinerað við, at vit fluttu konfirmatiónina til áttanda flokk, nú skúlaskylda er til níggjunda flokk.
- Vit mugu fylgja við – vit mugu vera kirkja av tíðini, vit liva í í dag, heldur Jákup Reinert Hansen, sum ikki ivast í, at vit áttu at undirvíst minikonfirmantum í Føroyum.
-- -- -- -- -- --