Vit mugu ikki bara hugsa um pengar

­ Tað nyttar ikki bara at hugsa um, hvussu nógvar pengar vit kunnu vinda burturúr oljuvinnuni. Forkoma vit náttúruni og tí góða í føroysku mentanini, er onki vunnið. Men skulu vit hinvegin hava nakað burturúr, er neyðugt at sleppa øvundsjúkuni og spjaðingarlyndinum og samstarva, tí hvørt sær megnar føroyskt vinnulív onki

 

­ Tað er alt avgerðandi, at vit líta rundanum okkum og hyggja eftir, hvørjar góðar royndir grannar okkara hava gjørt, og, hvørji mistøk teir hava gjørt. Vit hava allar fortreytir at fáa nakað gott burturúr oljuvinnuni, tí aðrir hava gjørt royndirnar - og mistøkini- fyri okkum...

Nú Føroya Løgting í dag fer undir tað kanska týdningarmesta orðaskiftið í mong á - orðaskiftið um oljulógina - hava vit spurt ein gamlan rev, báði í føroyskum vinnulívi, og føroyskum politikki, Olaf Olsen á Glyvrum, hvat hann heldur, at vit avgjørt eiga at leggja dent á, og, hvussu vit avgjørt ikki eiga gera, skal oljuvinnan blíva eitt vælsignilsi fyri land og fólk, ístaðin fyri at enda við at forkoma okkum samfelagsliga, vinnuliga og mentanarliga

Olaf Olsen heldur, at bera vit okkum rætt at, hava vit allar fortreytir fyri at koma styrkt burturúr eini møguligari oljuvinnu.


Kunnu styrkja fiskivinnuna

­ Ikki minst hevur fiskivinnan møguleikan at koma styrkt burturúr eini møguligari oljuvinnu.

­ Men tað krevur, at vit føra ein miðvísan politikk og hyggja eftir, hvussu onnur hava borið seg at.

Olaf Olsen er ikki samdur við teimum sum eru sannførd um, at oljuvinnan fer at beina fyri fiskivinnuni, tí hon verður ikki kappingarfør í lønum

Men vandin er ovurhonds stórur, føra vit ikki ein miðvísan politikk.

­ Báði Noreg og Danmark hava varðveitt, og styrkt, fiskivinnuna hesi árini, tey hava havt oljuna. ­ Sjálvandi hevur tað eisini havt sína ávirkan, og broytt bygnaðin í fiskivinnuni, at fiskimarkið varð flutt út á 200 fjórðingar samstundis.

Hinvegin er fiskivinnan í Bretlandi minkað. Men tað er hon eisini í Týsklandi, og øðrum londum, sum ikki hava havt olju.


Pengarnar í stuðulsgrunn

Serliga hugtikin er Olaf Olsen av gongdini í Hetlandi.

­ Hetland er eitt land, sum líkist Føroyum, eitt lítið oyggjaland, sum livdi mest av fiskivinnu.

­ Áðrenn oljuvinnuna, høvdu teir ein ógvuliga tilafturskomnan fiskiflota, nógv vánaligari enn tann føroyska, og teir høvdu at kalla ongan fiskiídnað.

­ Í dag hava teir endurnýggja fiskiflotan til at vera nógv frammaligari enn tann føroyska, og teir hava harafturat bygt upp ein rættiliga nýmótans fiskiídnað.

Olaf Olsen sigur, at hetlendingar hava sett oljupengar í grunn, sum hevur stuðlað fiskivinnuni í stórum, og hann eigur ein stóran part í æruni av, at tað hevur eydnast teimum at byggja fiskivinnuna upp.

Og tað heldur hann eisini eisini eigur at verða gjørt í Føroyum.

­ Ikki sum rakstrarstuðul, men sum íløgustuðul, tí tað vísir seg at vera skjótt at missa tamarhaldið á rakstrarstuðuli.

Hinvegin verður íløgustuðul nógv brúktur aðrastaðni, so tað er lættari at forsvara fyri umheiminum at lata stuðul tann vegin.

­ At hetlendingar so annars halda seg hava fingið ov lítið burturúr oljuvinnuni, er ein onnur søga, og hevur helst samband við, at teir eru í nógv tættari knýttir at Onglandi, enn vit eru at Danmark.


Ikki bera okkum býtt at

Olaf Olsen sigur, at vit hava allar fortreytir fyri at fáa sum mest burturúr møguligum oljuinntøkum.

­ Tað skuldi verið óneyðugt at alt bleiv forkomið. ­ Tað skuldi eisini verið óneyðugt hjá okkum at verðið noydd at trilva okkum fram. Hetlendingar og onnur, hava gjørt royndirnar fyri okkum.

­ Tað mest umráðandi av øllum er, at vit hyggja eftir, hvørjar royndir, onnur hava gjørt, so vit ikki bara koyra ahead, fram eftir fummum. Hinvegin heldur Olaf Olsen, at vit tíverri altíð hava havt lyndi til endirtaka mistøkini hjá øðrum.

­ Tað vísir seg at vera trupult hjá okkum at læra, so eg veit ikki, leggur hann afturat.


Meiri fongd við øvundsjúku

Olaf Olsen heldur, at tað, sum liggur nærmast hjá føroyingum at fáa nakað burturúr oljuvinnuni, er at sigla við oljuskipum, útgerðarskipum og ?stand by skipum.

­ Men harmiligt er tað, at vit ikki klára at standa fyri nøkrum sjálvir. Kanska er tað av penganeyð. Men hví selja okkara skip til hollendsk reiðarí- og so manna tey aftur við føroyingum, sum vit hava nógv dømi um

seinastu tíðina.

Olaf Olsen sigur, at tað vísir seg, at føroyingar kunnu brúkast allastaðni, eisini í góðum størvum.

Og vit duga eisini ganga undan og byggja upp.

­ Vit hava bygt trolaraflotan í Grønlandi upp. ­ Vit lærdu norðmenn at fiska við troli. Vit hava staðið á odda fyri kanadiska rækjutrolaraflotanum og vit vóru høvuðsmenn í danska nótafiskiskapinum. ­ Og vit eiga enntá ein stóran leiklut í endurreisingini av russiska flotanum.

­ Men hetta er alt uttanlands. Og hóast vit standa okkum í fremstu røð uttanlands, knípur at finna stevið herheima.

­ Í Føroyum duga føroyingar ikki at samstarva. Eg veit ikki hví. Kanska er frágreiðingin tann einfalda, at landið er so lítið.

­ Men vita skulu vit, at oljuvinnan er so stórt mál, at hon krevur, at allir føroyingar, sum kunnu vera í henni, arbeiða saman.

­ Men tað trúgvi eg innast inni ikki reiðiliga uppá, fer at eydnast okkum. Tí tað plaga vit ikki, sigur Olaf Olsen.

Hann sigur, at hann veit ikki um tað er tað, at føroyingar eru so illgrunasamir ímóti hvørjum øðrum. Hann vil heldur ikki at siga, at vit eru øvundsjúkari enn onnur fólkasløg.

­ Men tað skerst ikki burtur, at eitt lítið samfelag er meiri fongt við øvundsjúku, enn eitt stórt samfelag

­ Men hinvegin: Táið vit vita tað, átti tað at eisini at borið til at mótvirka tí, leggur hann afturat.

Olaf Olsen, sigur at vit koma sjálvandi ikki at eiga oljufelag sjálvir.

­ Men vit kunnu verða millumleiðarar.

­ Men tað er einki at ivast í, at tað ber til at standa fyri í ymsum vinnum, sum hanga uppií oljuvinnuni. ­ T.d. í ?stand by³ vinnuni og útgerðarvinnuni. ­ Somuleiðis er tað upplagt, at tænastuvinnan á landi er á føroyskum hondum.

Men her er tað so, at vit renna okkum í tað eyðkendu Føroyasjúkuna, sum er spjaðingarlyndi, heldur enn samanhald.

­ Oljuvinnan er so umfatandi, at tað førir ikki til nakað sum helst, um hvør Hanus og Janus roynir at troka seg og síni framat. ­ Kunnu fyritøkurnar ikki finna saman í samtøk, og bjóða seg fram í felag, koma vit onga leið í oljuvinnuni ­ Tá fer ongin eyga á okkum í oljulandslagnum, og vit skulu slett ikki gera okkum vónir um at gera okkum galdandi í føroysku oljuvinnuni, og enn minni skulu vit gera okkum vónir um at byggja upp eina vinnu, sum kann gera seg galdandi uttanlands.

­ Fyri at taka tvey tilvildarligt dømi, er tað neyðugt at fleiri smiðjur, ella fleiri elektronikkmekanikarar, taka seg sama í eitt stórt samtak og bjóða seg fram í felag, heldur Olaf Olsen.


Ikki bara hugsa um pengar

Olaf Olsen heldur, at í ávísan mun kunnu politikarar seta oljulógina soleiðis saman, at hon er so góð fyri Føroyar, sum gjørligt.

Og tað gera teir við m.a. at gera eina oljulóg, sum tryggjar, at vit fáa sum mest burturúr oljuvinnuni.

­ Men mugu ikki bara hugsa um pengar. Tí oljulógin má eisini tryggja, at alt tað góða, vit hava, ikki fer fyri skeyti.

Olaf Olsen sigur, at hann hugsar um fiskivinnuna, sum helst skal yvirliva olju vinnuna.

Men hann hugsar eisini um tað góða í føroysku mentanini.

­ Vit mugu bera so í bandi, at tað góða í føroyskari mentan fer fyri bakka.

­ Verður nøkur oljuvinna av týdningi í Føroyum, verður trýstið á okkara mentan øgiligt.

­ Tey fólk, sum koma higar at arbeiða stutta tíð í oljuvinnuni, vilja uttan iva helst liva í Føroyum, sum tey eru von at liva heima.

­ Og tað vildi verið óheppið at gjørt Føroyar til eina stóra spælihøll, ella eitt stórt kasino hjá útlendingum við einum náttarlívi, vit ikki eru von við.

Olaf Olsen sigur, at hetta hevur ikki beinleiðis nakað við oljulógina at gera. Men tað vera avleiðingarnar av henni, um vit geva teimum, sum higar koma, so leysar teymar, at teir halda, at teir kunnu liva og láta, sum teimum lystir.


Kolan ov lítil

Sjálvur stóð Olaf Olsen á sinni á odda fyri einum lítlum oljufelag, sum skipafelagið stovnaði fyri nógvum árum síðani undir tí frálíka, sniðfundiga oljunavninum ?Kolan³. Men tað felagið er ikki virkið longur, og ongar ætlanir eru um at blása lív í tað aftur, sigur Olaf Olsen.

Hann heldur, at tað er ov lítið at gera seg galdandi.

Hinvegin heldur hann, at Føroya Oljuídnaður kundi verið eitt hóskandi útgangsstøði til at samla og samskipa áhugamálini at gjørt eitt felag burturúr.