- Veðurlagsbroytingarnar ávirka eisini okkum, og tað er greitt, at hvør einstakur borgari má kenna eina ábyrgd og gera tað, sum til ber at minka CO2-útlátið, sum er høvuðsorsøkin til stóru broytingarnar um okkara leiðir og aðrastaðni eisini, sigur Sigrún Mohr, forkvinna í Náttúru- og umhvørvisnevndini, nú Umhvørvisvikan 2016 stendur fyri durum.
Í ár verða veðurlagsbroytingarnar settar á breddan saman við øktum CO2-útláti, tá Tórshavnar kommuna skipar fyri umhvørvisviku frá 7. til 14. mai.
Okkara samfelag er sera nógv tongt at steinrunnum orkukeldum. Heimurin nýtir sera nógva olju og somuleiðis nógv kol. Hetta er dálkandi fyri umhvørvið, tí koltvísúrnið (CO2) økist í luftini. Tískil verður alsamt heitari á jørðini, ísurin kring pólarnar minkar, og hvørt ár verða ymisk veðurfyribrigdi støðugt ógvusligari.
Við nútímans tøkni og við varandi orkukeldum ber til at fara burtur frá steinrunnum orkukeldum. Í Umhvørvisvikuni 2016 verður dentur lagdur á, hvat vit í felag, og hvat vit sum einstaklingar, húski, fyritøkur, virkir og stovnar kunnu gera til tess at minka orkunýtsluna og harvið eisini minka um okkara CO2-útlát.