Vit mugu øll spenna okkum fyri

– Tað eru serliga tvær fortreytir, sum skulu vera til staðar fyri at menna eina KT-vinnu í Føroyum

##med2##

 

Tað, sum hevur mest týdning er at vit útbúgva fleiri fólk til KT-vinnuna. Tað heldur Leif Abrahamsen, sum hevur staðið á odda fyri hesum partinum av Vakstrarforum.

 

Landsstýrið setti Vakstrarforum á stovn við tí endamálið at seta út í kortið, hvvussu vit økja um vinnumøguleikarnar í Føroyum. Ein partur av hesum er Kt-vinnan og hesum partinum hevur Leif Abrahamsen staðið fyri og í dag varð úrslitið lagt fyri landsstýrið.

 

Hann sigur við FM1, at tað er fáa staðni, at tað eru so fá útbúgving KT fólk, sum í Føroyum, og fremsta avbjóðingin er at bróta tað rákið og at útbúgva fleiri fólk á hesum økinum. Men so er tað eisini neyðugt, at vit spenna okkum fyri, heilt frá ovast til niðast, sigur Leif Abrhamsen.

 

Trýst á pílin undir myndini og hoyr Leif Abrahamsen greiða frá, hvussu vit koma víðari á hesum øki.