Oslo: Norðurlandaráðsfundurin í Oslo varð settur mánadagin klokkan trý.
Frammanundan høvdu teir fimm stjórnarleiðararnir í Íslandi, Noregi, Danmark,
Finnlandi og Svøríki tíðindafund, har teir søgdu nakað um hvussu samstarvið
kemur at verða komandi árini.
Göran Persson segði á hesum tíðindafundinum, at tað norðurlendska samstarvið
kemur at hava tað gott framyvir, um tað megnar at liggja frammanfyri
broytingunum í ES.
- So leingi norðanlond liggja eitt hanagleiv frammanfyri ES í menning av
samstarvinum, so er europeiska samstarvið eingin hóttan móti tí norðurlendska
samstarvinum. Vit noyðast at vera virkin og arbeiða hart fyri at náa okkara
málum, segði Göran Persson.
Göran Persson rósti eisini Poul Schlüter fyri arbeiði sítt við frágreiðingini
um at fáa burtur marknaðarforðingar.
Eingin forðing
Finsk tíðindafólk bóru boð frá finskum politikkarum, sum halda at Danmark er
ein forðing fyri skjótari menning í norðurlendska samstarvinum.
Hesum vísti danski forsætisráðharrin, Anders Fogh Rasmussen, hvassliga aftur.
- Tann danska stjórnin setir norðurlendska samstarvið overlaga á breddan. Vit
stuðla samstarvinum og leggja nógv í samstarvi bæði í Norðurlandaráðnum og Norðurlendska Ráðharraráðnum. Og vit ynskja at menna og at fáa nýggj øki við í
hetta samstarv, segði Fogh.
Gloyma ikki útnorður
Spurningurin um hvussu norðurlendska samstarvið skal yvirliva, tá so stórur
dentur verður lagdur á samstarvið í Eystrasalti, kom eisini upp á
tíðindafundinum.
Íslendski forsætisráðharrin Dávið Oddsson avvísti, at útnorður er við at detta
burturímillum. Göran Persson legði afturat.
- Londini í útnorðuri hava víst at tey ynskja at vera ein partur av tí
norðurlendska samstarvinum. Hetta veldiga øki sum umfatar Grønland, Ísland og
Føroyar er sera týdningarmikið fyri tann norðurlendska samleikan og okkara
felags søgu. Sjálvt um tað ikki búgva so nógv í hesum partinum av
Norðanlondum, so er landaøki stórt og serliga tað øgiliga stóra havøki.
Sjálvandi stuðla vit tí arbeiðnum sum fer fram í útnorðuri. Vit mugu ongantíð
gloyma hendan partin av Norðanlondum. Vit hava tykkum í huganum og eg vóni at
ongin í tí norðurlendska samstarvinum gloyma tjóðirnar í útnorðuri, segði
svenski forsætisráðharrin Göran Persson í Oslo.