Vit mugu seta brekpolitikk og vælferð í verk – ikki bara tosa um tað

Vit tosa nógv um rættindi hjá fólki við breki og um eina vælferð, sum skal røkka øllum. Men uttan veruligar virkisætlanir og bindandi ætlanir hendir einki. Tað er júst tað, vit hava sæð í alt ov mong ár: góð orð, men ov lítið avgerandi arbeiði.

 

At seta brekpolitiskar virkisætlanir í gongd merkir, at vit tryggja atgongd, sjálvræði og rættindi í verki – ikki bara á pappíri. Tað merkir at gera bygningar atkomuligar, at tryggja stuðul, sum riggar, og at geva fólki við breki møguleika at liva sjálvstøðugt og virðiliga. Tað er grundleggjandi rættvísi.

 

At seta vælferðarætlanir í gongd merkir at tryggja, at heilsuverk, røkt, útbúgving og sosialar tænastur eru fíggjaðar, samanhangandi og haldførar. Tað merkir at raðfesta starvsfólkini, sum bera vælferðina á herðunum, og at tryggja, at eingin dettur niður ímillum skipanir.

 

Hetta er ikki luksus. Hetta er grundarbeiðið í einum samfelagi, sum vil vera rættvíst og virðiligt.

 

Tí er tað týdningarmikið, at vit minnast hetta, tá vit fara á val. Tað er ikki nóg mikið at tosa um rættindi og vælferð – vit mugu velja tey, sum vilja seta veruligar ætlanir í verk og taka ábyrgd fyri, at allir borgarar verða tiknir við.

 

Serøkið er eitt av mínum hjartamálum og fari eg tí altíð at arbeiða hart fyri at menna og viðvirka til betri kor fyri børn, ung og eldri innan hetta øki.

 

 

 

Sára Gullfoss, valevni fyri Javnaðarflokkin