Vit mugu seta fleiri tiltøk í verk

Okkara búskapur er ikki í javnvág og gera vit einki nú, er tað ivingarsamt um okkara børn klára at bera samfelagið tá ið vit gevast at arbeiða

 

 

Føroyski búskapurin er ikki haldførur. Tað staðfesti Aksel V. Johannesen, løgmaður, í ólavsøkurøðu síni, sum hann helt í Løgtinginum fyri eini løtu síðani.

 

Hann sigur, at tí er tað tann fremsta uppgávan hjá politiska myndugleikanum at fáa eina ein varandi javnvág í búskapin.

 

– Vit skulu hava eina langtíðar javnvág ímillum inntøkur og útreiðslur, so at vit kunnu lyfta vælferðarskyldurnar á bestan hátt – eisini í framtíðini, sigur løgmaður.

 

– Vit mugu tryggja børnunum minst líka góða vælferð, sum vit hava í dag, stðfestir hann.

 

Í hesum sambandi vísir hann á, at javnvág skal vera í vinnuni. Tað skal ikki vera ókeypis at hava ein serrætt til okkara náttúrutilfeingi og til okkara náttúru, men ráð skulu framvegis vera til menning og íløgur. Løgmaður heldur ikki, at hendan javnvágin er skeiklað, hóast gjøldini vórðu hækkað herfyri.

 

– Men fiskivinnan og alivinnan skulu ikki bera alt einsamallar. Skulu vit minka um skattin og samstundis tryggja langtíðarjavnvágina í búskapinum, mugu tiltøk gerast á fleiri økjum, sigur løgmaður

 

– Vit hava ikki, í nóg stóran mun, lagt upp fyri broytingum, serliga í fólkasamansetingini. Vit verða støðugt fleiri eldri, men lutfalsliga færri á arbeiðsmarknaðinum. Um 20 ár verða tvífalt so nógv yvir 80 ár sum í dag. Seta vit ikki tiltøk í verk nú, er tað ivasamt, um okkara børn klára at lyfta byrðuna tá ið vit gevast at arbeiða.

 

Misskilj meg ikki: Tað er sanniliga gott, at vit hava tað betri og liva longur. Men tað ger eisini, at útreiðslurnar á almannaøkinum og í heilsuverkinum, økjast - og vøksturin fer bara at standa við, sigur hann.

 

– Í fyrsta lagi mugu vit fáa fleiri á arbeiðsmarknaðin. Tí skal samfelagið verða so dragandi fyri unga ættarliðið, at tey ikki vilja búgva aðrastaðni.

 

– Og tí skulu pensjónistar kunna tjena meiri, áðrenn teir verða missa burtur av pensjónini. – Tey, sum orka, skulu eggjast til at arbeiða longur, sigur løgmaður

 

Í øðrum lagi mugu vit tálma útreiðslunum og økja inntøkurnar. Í hesum sambandi kannar landsstýrið um almenni geirin virkar nóg væl og um hann hóskar til støddina á samfelagnum, ella um vit kunnu skipa okkum øðrvísi og bíligari.

 

– Vit verða støðugt færri at rinda og tí noyðast vit at veita somu, ella betri, tænastur fyri somu ella færri útreiðslur.

 

– Og vit skulu altíð minnast, at tá ið landið rindar, ja, so er tað Føroya fólk og føroysk vinna, sum rindar.

 

Samstundis staðfestir hann, at búskapurin er væl fyri, hóast vit skuldu fingið eitt tíðarskeið við mótgongd.

 

– Vit hava fingið avlop á fíggjarlógini, og Føroyar eru ikki serliga skuldarbundnar sammett við onnur lond í Vesturheiminum. Men vandin lúrir í langtíðarbúskapinum, leggur hann afturat

 

– Føroyskt vinnulív skal gerast meiri fjøltáttað, kappingin javnari og smáar, og miðalstórar, fyritøkur, eitt nú innan kunningartøkni, bygging og tænastu – skulu fáa betri møguleikar.

 

– Vit vita, at tað kann vera tungt hjá smáum fyritøkum, um starvsfólk gerast langtíðarsjúk. Tá hava tey rætt til løn í 120 dagar. Frameftir kunnu smá vinnurekandi fáa sjúkraendurgjald úr dagpeningaskipanini.