-Vit mugu spenna okkum enn meira út

-Marknaðarstøðan hjá Føroya Tele er eisini nógv broytt seinastu árini. Frá at vera einsamalt á føroyska marknaðinum er Føroya Tele nú ein fyritøka í kapping við aðrar veitarar. Hóast fyritøkan øll árini hevur lagt stóran dent á at veita viðskiftafólkunum so góðar tænastur sum til ber, so hevur kappingin við sær, at vit mugu spenna okkum enn meira út og renna enn skjótari segði nýggi stjórin, Kristian Davidsen á samkomu fríggjadagin.

Kristian Davidsen beyð mongu gestunum, viðskiftafólki og starvsfólki vælkomin í Klingruna í sambandi við, at Andras Róin hevur lagt frá sær, og hann sjálvur tekur við. Hann takkaði í røðu síni fyri álitið, sum nevndin hevur sýnt sær, nú hon hevur sett seg í starv á Føroya Tele. Hann vísti á, at tað er við spenningi og stórari virðing fyri uppgávuni, at hann fer undir hesa avbjóðing, og hann ivast onga løtu í, at við dyggum stuðli frá øllum teimum dugnaligu starvsfólkunum á Føroya Tele, fer framtíðin at verða bæði spennandi og gevandi.

Menningin
Nýggi Føroya Telestjórin segði, at menningin á teleøkinum gongur við rúkandi ferð, og sera nógv er hent hesi seinastu árini. Og hann helt fram:

-Skrúva vit tíðina aftur til fyrst í 90’unum, so var fartelefonin nakað, sum bara ávis vinnulívsfólk kundu loyva sær at hava. Internetið var eitt nærum ókent fyribrigdi, og so seint sum í 1995 skal Bill Gates hava sagt, at “The Internet is dead”. Hann fekk tó ikki heilt rætt, og nú 10-12 ár seinni kunnu vit staðfesta, at nærum hvørt barn í skúlaaldri gongur við fartelefon, eins og internetið er vorðin ein vanligur partur av føroysku heimunum.

Byrjanin
Sjálvur væntaði nýggi stjórin, at menningin, sum vit hava upplivað á teleøkinum seinastu árini bara er byrjanin upp á nakað nógv størri.

-Vit uppliva í løtuni eina samanrenning millum tað, sum vit í dag kenna sum vanlig telefon, sjónvarp og internet. Á Føroya Tele arbeiða vit støðugt við at menna netið út til føroysku húsarhaldini, og í framtíðini fara vit óivað at fáa allar hesar tænasturnar úr einum og sama stikki í vegginum. Fartelefonin, sum vit kenna hana í dag, fer óivað at verða avloyst av eini eind, sum fer at veita kundanum enn fleiri og øðrvísi tænastur enn tær, vit kenna í dag. Øll hesi viðurskifti fara at skapa eina aðra virðissamanseting hjá okkara kundum, og tað merkir, at inntøkugrundarlagið hjá Føroya Tele eisini fer at broytast komandi árini.

Marknaðarstøðan
Kristian Davidsen nam eisini við marknaðarstøðuna og segði:

-Marknaðarstøðan hjá Føroya Tele er eisini nógv broytt seinastu árini. Frá at vera einsamalt á føroyska marknaðinum er Føroya Tele nú ein fyritøka í kapping við aðrar veitarar. Hóast fyritøkan øll árini hevur lagt stóran dent á at veita viðskiftafólkunum so góðar tænastur sum til ber, so hevur kappingin við sær, at vit mugu spenna okkum enn meira út og renna enn skjótari.

Við hepnari hond og stórum ágrítni hava nevnd og leiðsla saman við starvsfólkunum leitt Føroya Tele gjøgnum hesa ábjóðandi menningartilgongd.

Út um landoddarnar
Í londunum rundanum okkum hava fleiri telefyritøkur sum fyrr bara virkaðu á heimamarknaðinum nú vent sær út um landoddarnar at kappast við aðrar fyritøkur á nýggjum marknaðum. Komandi árini ætlar Føroya Tele at leggja enn størri dent á at verða partur av hesum ráki og soleiðis skapa nýggjar inntøkur til fyritøkuna og spennandi uppgávur til okkara starvsfólk.

Krisjan Davidsen ynskti annars fráfarandi stjóranum Andras Róin góða eydnu framyvir.