Ætlar landsstýrismaðurin at gera nakað fyri at tryggja heimafrið hjá fólki, sum búgva í økjum, har ljóðdálking frá skipum er ein trupulleiki?
Tað skal Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður í vinnu- og umhvørvismálum, nú greiða frá.
Tað er Djóni Nolsøe Joensen, løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin, sum nú reisur málið fyri landsstýrismanninum.
Hann vísir á, at seinastu tíðina hevur Felagið, Heimafriður, gjørt nógv við at varpa ljós á trupulleikan við ljóðdálking frá skipum í Saltangará, í Runavík, á Signabø, í Fuglafirði og aðrastaðni.
– Hesar áheitanir um at tryggja heimafrið, eiga vit, eftir mínum tykki, at taka í álvara, sigur Djóni Nolsøe Joensen.
– Talan er ikki bara um óskaðiligt órógv í gerandisdegnum, tí nógv og jøvn ljóðdálking hevur beinleiðis ávirkan á heilsuna hjá fólki, leggur hann aftur at.
Hann vísir á, at fyri einum ári síðani gjørdi altjóða heilsustovnurin, WHO, uumhvørvisreglur fyri Evropa, har víst verður á, at óljóð er ein vandi fyri bæði likamligu og sálarligu heilsuna.
Eisini hava læknar í Føroyum gjørt vart við, at tað er neyðugt at taka ljóðdálking í álvara.
– Ein máti at loysa trupulleikan er at tryggja skipunum atgongd til landsstreym, sigur løgtingsmaðurin, og í hesum sambandi vísir hann á, at í Noregi fáa kommununur, sum gera íløgur í landsstreym, stuðul frá statinum.
– Hetta er ein loysn, sum kundi verið verd at hugt at, heldur Djóni Nolsøe Joensen.
Hann heldur, at tað er avgerandi, at felags reglur verða gjørdar fyri alt landið, so at trupulleikin verður endaliga loystur, og ikki bara verður fluttur úr einar kommunu í aðrar kommunur.