Vit njóta síðstu feriuvikunar

Fyll síðstu feriuvikurnar við hugnaligum upplivingum fyri alla familjuna. Tær nýtist ikki at leita tær út um landoddarnar, tí óansæð um sólin skínur ella ódnin rívur, eru møguleikarnir óteljandi her á landi

Á ferð aftur í tíðina
Á SøguSavninum í ”Vestmanna Tourist Centre" fært tú eina heilt serliga uppliving, tá tú gongur millum søguligu persónarnar, meðan tú hoyrir brot úr Føroya søgu í oyratelefonunum.
Á savninum hittir tú fleiri kend fólk úr søgum og sagnum okkara, sum eru gjørdir úr silikoni.
Í Vestmanna Tourist Centre finnur tú eisini matstovuna Fjørukrógvin og til ber at fara útferð til Vestmannabjørgini úr sama stað. www.fjorukrogvin.fo
MYND: FRÁ FRAMSÝNINGINI
--

Snorkling í Hoyvík
Faroe Dive skipar fyri snorkling í Hoyvíkini leygardagin 14.august, har tú kanst síggja heimin í sjónum um vøkru oyggjar okkara við egnum eygum.
Ikki er neyðugt at eiga útgerð fyri at luttaka. Faroe Dive hevur útgerð til allar snorklarinar.
www.faroedive.fo/
MYND: SNORKLING
--

Fá blóðið í kók á fjørðinum
Nú kunnu øll sleppa at spæla sær á sjónum skjóttgangandi bátum, vatnskíum og øðrum garrvillum, sum fær adrenalinið at pumpa. Felagið Vilt eigur millum annað speedbátin Scorpion, sum er føroya skjótasti bátur við einari ferð út móti 70 knob. Ein megafeit uppliving fyri bæði børn og vaksin.
Felagið Vilt skipar eisini fyri gongutúrum og øðrum upplivingum í Suðuroynni.
www.vilt.fo
MYND: VATNÍTRÓTTUR
--

Drekkamuður til vinkonurnar
Tað ber altíð til at finna eitt høvi, sum ger, at vit simpulthen noyðast at baka eina køku. Kanska hevur hundurin føðingardag? Ella bamsurnar hjá dóttrini? Ella tað er ½ ár síðan tú legði av at roykja? Um veðrið eisini er eitt sindur ófantaligt, er bara eitt at gera: Fram við køkubakarabókina og bjóða onkrum fittum vinum til drekkamunn:)
MYND: SØTT OG LESKILIGT OG DAMUR SUM DREKKA DREKKAMUNN
--

Savns-crawl
Er tað ikki nakað langt síðani, at tú vitjaði eitt av søvnunum í Føroyum saman við familjuni? Tað eru altíð nýggjar upplivingar at finna á teimum mongu søvnunum. Tak ein dag ella tveir til tykkara privata savnsfagnað á søvnunum í Havn: Sjósavnið á Argjum, Náttúrugripasavnið á Debesartrøð, Fornminnissavnið í Hoyvík, Býarbókasavnið í Miðbýnum og Listasavnið í Gundadali.
MYND: LEÐURSJÓSTÚKA Í MONTRI
--