-Vit róu optimalt

Eitt av mest óvæntaðu úrslitinum á Vestanstevnu var, at Havnarbáturin endaði á øðrum plássi hjá 10 mannaførunum. Tað hevur gingið illa í hond í ár hjá Havnarbátinum, og báturin hevur nærum á hvørjum róðri endaður á fjóðra plássi. Seinastu vikurnar hevur manningin á Havnarbátinum lagt nógv fyri at venja 1000 metrar, sum er teinurin bæði á Vestanstevnu og á Ólavsøku.
-Vit avgjørdu fyri fleiri vikum síðan at leggja okkum eftir at venja 1000 metrar, tí vit snøgt sagt ikki høvdu neyðugu venjingina til at standa okkum á 2000 metrum. Út frá teimum fortreytum, at vit vórðu seint mannaðir í ár og vit harvið ikki eru líka væl fyri sum hinar manningarnar, kanst tú siga, at vit róu optimalt í dag. Alt riggaði hjá okkum í dag, sigur ein vælnøgdur Magni Brøðraberg.

Hóast annaðplássið á Vestanstevnu, megnaði Havnarbáturin ongantíð at hótta Eysturoying, sum endaði 4 sekund frammanfyri 10 mannafarið hjá Havnar Róðrarfelag. Kortini er Magni Brøðraberg bjartskygdur undan ólavsøku.
-Eysturoyingur er sjálvsagt stórur favorittur at vinna á ólavsøku, men alt kann henda. Vit fara at gera okkara ítarsta fyri at geva teimum kapping, tí ein sigur á ólavsøku kann heilt avgjørt bjarga okkara kappingarárið, sigur Magni Brøðraberg.