Turið Kjølbro
Serstovnaøkið fær størri játtan á løgtingsfíggjarlógini næsta ár enn í ár. Hetta er ein tilvitað raðfesting hjá landsstýriskvinnuni í almanna- og heilsumálum, men hóast henda staðfesting týðiliga sæst aftur í fíggjarlógaruppskotinum, er ivasamt, um pláss verður fyri øllum virkseminum á serstovnaøkinum, sum ætlanin hevur verið at farið undir.
Tí er enn ikki greitt, hvussu verður við fyribils bústovninum fyri autistar og onnur menningartarnað í Klaksvík, ið ætlanin var at seta á stovn beinanvegin. Á eykafíggjarlógini er peningur tøkur til fyribils stovnin restina av hesum árinum. Hesin stovnurin skuldi hýsa autistunum í eitt-tvey ár, til ein nýggjur stovnur er bygdur, men á fíggjarlógini næsta ár er stovnurin ikki til. Roknað verður við, at hann kostar umleið 2 mió. krónur um árið at reka.
- Vit arbeiða á nógvum ymiskum økjum fyri at finna eina loysn, har vit kunnu tryggja eitt virksemi til stovnin fyri autistar, sum verður bygdur. Enn er ov tíðliga at siga, um vit klára at seta á stovn ein varandi stovn beinanvegin, ella um vit í fyrstu atløgu loysa akutta tørvin í samstarvi við Dáan, ið er umlættingarstovnur, sigur Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna í almanna- og heilsumálum.
Stórt og umfatandi
- Serstovnaøkið er eitt rættiliga stórt øki, og játtanin fyri næsta ár skal nú lutast út á allar verandi stovnar og virksemi, vit fegin vilja seta í gongd. Vit arbeiða við at kanna, í hvønn mun lógarbundnar útreiðslur kunnu umbókast til rakstrarútreiðslur í sambandi við, at virksemi verður lagt um, hvussu stórur akutti tørvurin er, ella um vit skulu satsa uppá umlættingarvirksemi ella varandi virksemi.
- Spurningurin er, um peningurin, økið fær afturat næsta ár, er nóg mikið saman við teim lógarbundnu útreiðslunum, sum kunnu umbókast til rakstrarútreiðslur. Finna vit ikki nóg mikið av peningi, mugu vit inn á alt økið og kanna, um peningur kann takast aðra staðni frá. Eydnast tað ikki, mugu vit hava eina størri játtan til økið fyri næsta ár, sigur Helena Dam á Neystabø.
Í hesum liggur avgjørt ein vón um, at málið verður loyst soleiðis at stovnurin fyri autistar í Klaksvík byrjar í tí líki, hann er ætlaður, men landsstýriskvinnan vil kortini treyðugt lova nakað enn.
- Vit raðfesta málið ógvuliga høgt, og vit arbeiða miðvíst við at kanna, hvørjir møguleikarnir eru.
Játtanin til serstovnaøkið verður í komandi fíggjarlóg hækkað úr 50 mió. krónum upp til 56 mió. krónur. Veruliga økingin er kortini ikki so stór, sum tølini benda á, tí nógvar umleggingar eru gjørdar. Veruliga økingin er umleið 1 mió. krónur.
Ein bygginevnd er sett at fyrireika bygging av bústovni fyri autistar og menningartarnað í Norðoyggjum, og Helena Dam á Neystabø roknar við, at arbeiðið verður boðið út um ikki so langa tíð. Helst ganga eitt til tvey ár, áðrenn stovnurin er klárur at taka í nýtslu. Í blaðnum í gjár segði leiðarin á Serstovnadeildini, Bjarni Clementsen, at deildin fer ikki undir at fyrireika fyribils stovnin, fyrr enn tey vita, um peningur er til taks næsta ár.