Vit súpa krimisøgur

Norðurlendska krimisøgan stendur sterkari enn nakrantíð, men tað koma alt ov nógvar krimibøkur út, heldur krimi-serfrøðingurin Peter Kirkegaard. Hann vónar, at marknaðurin fer at finna eina meira hóskandi legu, so tað verður lættari at síggja, hvat er gott, og hvat er minni gott. Peter Kirkegaard viðmælir eisini tær bestu norðurlendsku krimibøkurnar

Norðurlendska krimi-søgan stendur sterkari enn nakrantíð. Alt fleiri krimi-bøkur verða seldar, alt fleiri bøkur verða givnar út, og alt fleiri rithøvundar bjóða seg fram.

Nøvn sum Sjöwall-Wahlöö, Liza Marklund, Jo Nesbø, Håkan Nesser, Steig Larsson, Gunnar Staalesen, Anna Holt, Arne Dahl og fleiri selja túsundtals – og aftur túsundtals – av sínum krimisøgum. Lesararnir súpa krimisøgurnar, og seinastu árini hevur rákið verið, at fólk kunnu næstan ikki fáa nóg mikið av spenningssøgum.

- Ein orsøk til, at vit lesa fleiri krimibøkur er, at bókamarknaðurin er á tremur við krimibókum, og forløgini hava funnið út av, at tað er góð søla í spenningssøgum, og tí verða hesar søgurnar oystar út á marknaðin, sigur Peter Kirkegaard, sum er danskur krimi-serfrøðingur. Hann hevur granskað í krimi-bókmentum, og hann hevur í nógv ár eisini verið ummælari í blaðnum Informatión.

- Tað koma alt ov nógvar krimibøkur út, og marknaðurin er við at verða mettaður. Eg vóni, at vit fara at finna eina meira hóskandi legu, so vit betur síggja, hvat er gott, og hvat er minni gott. Nógv av tí, sum kemur út nú á døgum, er ikki nóg gott.


Norðurlendsk traditión

Norðurlendska krimisøgan verður roknað sum ein serligur stílur ímillum altjóða spenningssøgurnar, og byrjanin var miðskeiðis í sekstiárunum í Svøríki.

- Tá vit tosa um norðurlendskar krimibókmentir, tosa vit í grundini um traditióinina, sum byrjaði við Sjöwall-Wahlöö í 1965. Vit tosa um samfelagskritiskar spenningssøgur, har brotsgerðin víst er ræðulig, men hon kann eisini forklárast við sosialum misforholdum, sigur Peter Kirkegaard.

- Tað er greiður munur á norðurlendskum krimi-søgum og eitt nú teimum amerikansku, serliga tá vit tosa um, hvør er høvuðspersónur. Í USA er ein sterk traditión við tí einsamalla detektivunum, meðan tær norðurlendsku søgurnar ofta hava eitt kollektiv í spæli.

Amerikanska krimisøgan verður ofta mett sum tann hartkókaða, tann enska sum tann uppklárandi, og hóast tað eru element av hesum báðum í norðurlendsku krimisøguni, hevur hon meira rót í einum samfelagsligum engagementi.


Vilja pínast

Peter Kirkegaard heldur, at tað at fólk tíma so væl at lesa krimisøgur, snýr seg grundleggjandi um, at fólk vilja á ein hátt fara ígjøgnum líðingar saman við einum skaldsligum persóni og so uppliva grøðing at enda.

- Krimilesarar fara sjálvbodnir inn í alskyns svínari og ræðuleikar, har teir í loyndum njóta at vera 'samsekir' í brotsverkunum. Men eg trúgvi ikki, at krimi-fasinatiónin bara snýr seg um kitlandi fragdina við kanska, kanska ikki at verða avdúkaður. Tað er heldur tankin um stóru grøðingina, sum hugtekur og sum vit øll nokk leingjast eftir - og jú størri sárini eru, tess størri er grøðingin. Og størsta sárið av teimum øllum má í okkara mentan vera morðið á eitt menniskja, sigur Peter Kirkegaard og leggur afturat, at hetta eisini forklárar, hví krimibøkur eru eitt serstakt mentanarkristið fyribrigdi.

- Í eini kristnari mentan, har einstaka menniskjalívið verður fatað sum heilagt og friðhalgað, verður drápið jú tann ultimativa vanæran av lívinum. Tí mugu allar kreftir setast inn fyri at endurreisa trúnna á livið, so vit fáa frið í sálina aftur.


Keldur:

Anna Ellingsgaard - »Eina góða krimi at pína seg við« (greið í Sosialinum, mai 2009)

Eyðun Klakstein - Samrøða við Peter Kirkegaard (Rás2, mai 2009)