Hildur Eyðunsdóttir
Valevni hjá Tjóðveldisflokkinum
Hetta eru børn sum vegna ymiskar trupulleikar hava gott av at koma heimanífrá, skifta umhvørvi og hava brúk fyri skúlagongd sum er málrættað til teirra tørv, har lærararnir og onnur starvsfólk eisini hava til uppgávu at vera um og hava umsorgan fyri næmingunum.
Tað eru ikki bert børn og ung úr Tórshavnar kommunu sum verða send av landinum, men úr øllum Føroyum. Eg haldi ikki at tað sømir seg fyri land okkara at vit ikki sjálvi taka okkum av hesum børnum. Ofta er tað talan um børn ella ung sum eru umsorgarsvikin ella vegna aðrar umstøður eru illa fyri og hava tí ikki bestu barlastina við sær í viðførinum tá ið tey fara til Danmarkar sum fyri tey er eitt fremmant land við aðrari mentan, máli og normun. Tað hendir eisini javnan at tey koma heim aftur áðrenn skeiði er hálvrunnið tí at tey ikki trívast.
Kunnu vit yvirhøvur loyva okkum moralskt at senda trupulleikarnir av landinum og høvdu teir ikki verið best loystir her heima.
Tað eru vit sum arbeiða í nærumhvørvinum hjá børnunu, sosialráðgevarar, barnaverndir, skúlar og onnur sum síggja trupulleikan best.
Hóast eftirskúlar er ein landsuppgáva so eru tað kommunurnar sum hava trupulleikarnar inni at sær, og eg haldi at kommunalpolitikkarnir, barnaverndir, komandi skúlastýrini o.o. eiga at samstarva tvørtur um kommunumark og mæla landsmyndugleikunum til bestu loysnirnar.
Í dag gjalda vit tað tað kostar at senda børnini av landinum, hví ikki heldur brúka peningin til eina føroyska loysn.