Eirikur Lindenskov
? Eru tryggingarprísirnir hjá Trygd lægri enn prísirnir hjá Tryggingarfelagnum Føroyar, so verða prísirnir settir niður.
Hetta segði Jens Petur Arge, stjóri í Tryggingarfelagnum Føroyar við útvarpið í gjár. Hann segði eisini, at Tryggingarfelagið Føroyar altíð vil hava somu prísir, sum kappingarneytarnir - ella helst lægri prísir og betri treytir.
Á Tryggingarfelagnum Føroyar fara teir komandi dagarnar at regulera prísirnar, so at samsvar er millum tað, sum fæst frá Trygd og tað, sum fæst frá Tryggingarfelagnum Føroyar.
Meðan Tryggingarfelagið Føroyar 1. februar í ár tók burtur avslátturin, sum gamlir bilar høvdu, við tí úrslitið, at tann, sum keypir og skrokktryggjar ein gamlan bil skal gjalda fleiri túsund krónur meira í trygging um árið, so hevur Trygd hendan aldursfrádrátturin í síni skipan, sum teir seta til 25% til bilar, seks ár og eldri.
Tá Sosialurin herfyri spurdi forstjóran á Tryggingarfelagnum Føroyar um hetta, segði hann, at teir fóru at hugsa um at innføra skipanina aftur - men tað kom ikki upp á tal at hava sama avslátturin, sum frammanundan.
Sambært Kjartan Dalsgaard á marknaðardeildini hjá Tryggingarfelagnum Føroyar verður frádrátturin innførdur aftur fyrsta dagin - og verður hann 5% tá bilurin er fýra ár, og onnur 5% tá bilurin er átta ár - tilsamans verður aldursfrádrátturin 10% fyri átta ára gamlar bilar hjá Tryggingarfelagnum Føroyar.