? Vit settu dagsskránna hesaferð

? Hetta er fyrsta stigið móti gongdu leiðini, sum landsstýrið vil ganga, og tað vóru vit, sum stungu út í kortið, sigur ein fegin landsstýrismaður

? Tað vóru sera harðar og strævnar samráðingar og nógv varð sagt báðu megin samráðingarborðið. Fleiri ferðir stóð í botni, men so eydnaðist at fáa glið aftur á samráðingarnar, sigur Høgni Hoydal.

Undan samráðingunum hevur Høgni Hoydal ofta nevnt, hvussu umráðandi tað var hjá landsstýrinum at koam við einum útspæli mótvegis dønum.

? Avtalan er gjørd sum eitt útspæl hjá landsstýrinum millum tvey javnsett lond, og tað riggaði, sigur Høgni Hoydal.

Um úrslitið nevnir hann m.a. kompensatión í bankamálinum, og at viðurskiftini millum londini nú aftur eru sum áðrenn 6. oktober 1992.

? Eitt nú søgdu vit í landsstýrinum, at samráðingarnar um bankamálið ikki bert vóru um partabrævabýtið, men um allar avleiðingarnar av hesum í samfelagnum.

? Tí samráddust vit um bankamál, uttanlandsskuld og blokkstuðulin, sum í veruleikanum var ein politisk uppgerð, ið endaði við semju. Úrslitið er, at vit fingu 1,7 mió. kr., umframt niðurfrysting av láni og rentulækking. Við at yvirtaka Framtaksgrunnin t.d., fingu vit eina mió. kr. afturat, sum danir settu í grunnin, tá hann varð stovnaður. Seinastu 500 mió. kr. verða niðurfrystar í 20 ár, og skulu bert gjaldast, um oljuvinnan kemur, sigur Høgni Hoydal.

Tað hevur verið ført fram av teimum borgarligu, at teir vilja privatisera bankan. Verður tað veruleiki nú?

? Nei, bankin verður ikki privatiseraður, sigur Høgni Hoydal, og minnist at nevna fyri okkum, at danska stjórnin er til reiðar at ganga við til eina avtalu um skiftisbúskap, tá farið verður undir realitetssamráðingar um broyttu ríkisrættarligu viðurskiftini, sum kanska byrja í heyst.