Vit skulu almannakunngera nøvnini á pedofilum

Løgtingsmamaður mælir til at vit taka óvanlig stig ímóti pedefilum

Vit eiga at almannakunngera nøvnini á teimum, sum verða dømd fyri kynsligan ágang ímóti børnum. Tað heldur Jaspur Langgaard,  tingmaður fyri Sambandsflokkin.

Í eini viðmerking í dag heldur hann, at tað einasta, ið hjálpir, er at seta nógv strangari tiltøk í verk. Hann heldur, at vit hava so lina revsing á hesum øki, at tað er vandi fyri, at tað ikki fær pedofilar at halda seg aftur.

Persónliga heldur hann, at vit eiga at fáa strangari dómar, fyrningarfreistin skal verða avtikin, og so áttu vit at almannakunngjørt nøvnini á brotsmonnunum, so øll vita, hvørjum tey skulu verja seg ímóti.

Í løtuni viðgerð, Løgtingið eitt uppskot frá Djóna Nolsøe Joensen, tingmanni fyri Javnaðarflokkinum um seta eina skipan við barnaváttanum í gildið í Føroyum. Tað merkir, at tað skal verða eitt krav, at øll, sum arbeiða við børnum og ungum undir 15 ár, skulu kunnu prógva, at tery ongantíð eru dømd fyri kynsligan ágang ímóti børnum.

Tá ið Løgtingið umrøddi málið, førdi Jaspur Langgaard fram at vit eiga at hava eina nullhugsjón á hesum øki.

 

Skulu ikki sleppa at ferðast

Og hann helt, at vit eiga eisini at taka onnur stig í royndunum at fyribyrgja kynsligum ágangi ímóti børnum. Í hesum sambandi sigur hann, at tað er ikki ókent, at fólk, sum eru pedofil, ferðast í onnurt lond, har tey gera seg inn á børn.

– Vit eiga at umhugsa at seta eina skipan í gildið, har tey, sum verða dømd fyri kynsligan ágang ímóti børnum, eisini missa passið í nøkur ár, so at tey ikki sleppa at ferðast.

– Í dag er tað lætt at ferðast, men vit hava ikki bara eina ábyrgd at forða fyri kynsligum ágangi heima hjá okkum sjálvum, sigur hann. Vit hava eisini eina  ábyrgd at forða fyri kynsligum ágangi har vit kunnu, eisini úti í verðini, heldur hann.

Hann ásannar, at tað kann vera uppfatað sum ein mannarættur at hava eitt pass. Men tað er eisini ein mannarættur hjá einum barni, at tað ikki er fyri kynsligum ágangi, og tann mannarætturin vigar tyngri enn alt annað.

Hann sigur, at vit eiga eisini at umhugsa eina skipan, har nøvnini á pedofilum verða almannakunngjørd. Hann er greiður yvir, at tað er ein eymur spurningur, men kann tað fyribyrgja kynslum ágangi, er tað vert at umhugsa tann møguleikan, sigur hann.

Hann hevur sjálvur búð í einum grannalagi, har tey vistu um ein, sum hevði gjørt seg inn á børn. Av tí at tey vistu tað, bar tað til at verja børnini.

Men hann spyr, hvussu støðan hevði verið, um so var at tey ikki vistu av nøkrum.

– Kann tað fyribyrgja at børn verða fyri kynsligum ágangi, at nøvnini verða almannakunngjørd, eiga vit at umhugsa tað, heldur hann.