Tilmælini fyri hvussu nógv alkohol fólk eiga at drekka, minkar nú heilt nógv. Nýggju ráðini siga, at kvinnur ikki skulu drekka meiri enn 7 genstandir um vikuna, og menn skulu ikki hava meiri enn 14. Higartil hava ráðini verið, at kvinnur kunnu drekka 14 genstandir, og menn kunnu drekka 21. Men hetta talið minkar nú við ávikavist eini helvt og einum triðingi.
Ein genstandur er ein snapsur, ein øl ella eitt glas av víni.
Vit skulu drekka nógv minni, um vit vilja minka um heilsuligu skaðarnar, sum standast av alkoholi. Tað siga nýggjastu tilmælini frá Sundhedsstyrelsen.
Bertil Haarder, danskur heilsumálaráðharri, sum um stutta tíð fer at leggja nýggja tilmælið fram, sigur, at sjálvt ein lítil nøgd av alkoholi kann vera skaðilig fyri summi, og tí verða tilmælini nú broytt.
Um fólk fylgja tilmælinum, fer talið av ymsum krabbameinstilburðum, sum standast av alkoholnýtlsu, væntandi at minka munandi.