Vit skulu fáa nógv sum gjørligt– fyri so lítið sum gjørligt

Tað er grundreglan, nú Landsstýrið er farið at avtaka korona-tiltøkini aftur

Tað er politiski myndugleikin, sum hevur endaligu avgerðina. Tað sigur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður – og sostatt er tað hann, sum stendur við endan, nú vit so smátt eru farin at avtaka tiltøkini aftur, sum vórðu sett í verk fyri basa korona.

Ingilín Didriksen Strøm, tingkvinna fyri Javnaðarflokkin, hevur spurt løgmann, hvussu nógv tilmælini frá heilsuvakliga myndugleikanum viga, nú samfelagið verður latið upp aftur.

Hon vildi eisini hava at vita um løgmaður ætlar at koma við greiðari mannagongdum fyri, hvussu foreldur og námsfrøðingar og lærarar skulu fyrihalda seg, nú børnini fara aftur á stovn og í skúla?

Løgmaður hevur lagt avgerðina út til fólkið at taka, men boðini frá heilsumyndugleikunum og frá landsstýrinum eru ymisk, og hetta skapar ótryggleika og stúran, sigur hon

Løgmaður letur ongan iva vera um, at tað er politiski myndugleikin, sum hevur endaligu avgerðina um, hvussu korona-tiltøkini skulu takast av. Men hann leggur dent á, at avgerðin verður tikin í tøttum samstarvi við fakfólk.

Nú fyrstu stigini at lata samfelagið upp aftur, er grundreglan at vit skuldu hava størst møguligan samfelagsligan ágóða fyri minst møguligan vøkstur í smittubreiðingini.

– Áðrenn landsstýrið tók endaligu avgerðina um at lata samfelagið varisliga uppaftur, var ætlanin latin Epideminevndini til viðmerkingar. Epideminevndin hevði ikki viðmerkingar til, at vit í fyrstu atløgu lótu dagstovnar og barnaskúlarnar upp tann 20. apríl, men hon kundi ikki taka undir við ætlanini um, at ítróttarkappingar kundu byrja tann 9. mai undir ávísum treytum, sigur løgmaður

– Tá ið landsstýrið boðaði frá, at barnaskúlar og dagstovnar lótu upp aftur tann 20. apríl, var tað í samljóði hugsanina hjá Epideminevndini.

– Vit tóku eisini spurningin upp við Kommunufelagið og skúlaverkið, áðrenn avgerðin varð tikin. Vit vistu, at tað fór at reisa nakrar spurningarnar, og tí fingu skúlar og dagstovnar eina viku at fyrireika greiðar mannagongdir á stovnunum og at kunna foreldrini um, hvussu tey skulu bera seg at.

Tey, sum vilja, eru framvegis vælkomin at hava børnini heima, sigur løgmaður. Hann sigur, at tvær orsøkir eru til tað. Onnur er, at tað er lættari hjá dagstovnum og skúlum at byrja í smáum, nú gerandisdagurin er øðrvísi enn fyrr. Hin orsøkin er, at summi foreldur stúra, og vilja ikki hava børnini á dagstovn og í skúla, sum støðan er nú - og tað skulu tey hava loyvi til.

– Barnaskúlar og dagstovnar hava nú havt opið í nakrar dagar, og sum heild hevur tað hilnast væl, sigur løgmaður.

– Sum frálíður verður lættari hjá skúlum og serliga dagstovnum at taka ímóti fleiri børnum, leggur hann afturat.

– Samstundis sum avgerðin varð tikin um at lata upp aftur, skipaði landsstýrið eina koronaráðgeving, sum skal ráðgeva um, hvussu virksemi av ymiskum slag kann skipast soleiðis, at smittuvandin verður sum minst, sigur Bárður á Steig Nielsen.