Vit skulu fáa eina millird burtur úr

Tað merkir, at hesi næstu árini skal virðið meir enn tvífaldast

Virðið á KT vinnuni í Føroyum skal meir enn tvífaldast hesi næstu átta árini. Tað er niðurstøðan hjá Vakstrarforum. Landsstýrið setti Vakstrarforum á stovn við tí endamáli at seta út í kortið, hvussi vit kunnu menna vinnulívið, elsini KT vinnuna,  sum í dag legði fram frágreiðing um vøkstur í KT vinnuni.

 

Í ár verður mett, at virðið á KT vinnuni fer at verða 400 milliónir, men í 2030 skal virðið vera komið upp á eina milliard. Hetta merkir, at KT vinnan skal vaksa úr 2,5 prosent av bruttotjóðarúrtøkuni upp í seks prosent. Eisini skal útflutningurin av KT tænastum vaksa úr 100 milliónum upp í 600 milliónir.

 

Fyrimunurin við KT vinnu er, at landafrøði ikki hevur ikki nakran týdning eins og hon kann hava í øðrum vinnum. Fortreytirnar eru dugnalig fólk og eitt gott netsamband innanlands og til útheimin.

 

– KT hevur einki miðstaðarøki. Tí kunnu vit í Føroyum vera líka væl við, sum øll onnur, og øll í Føroyum kunnu vera við, sama, hvar í landinum tey eru. KT verður eisini avgerandi um vit skulu hava burðardygga vælferð, og tí skal dentur leggjast á at menna hetta økið, sigur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður í eini fráboðan í dag.

 

Í frágreiðingin hjá Vakstrarforum eru 26 tilmæli um, hvussu endamálið kann røkkast. Tilmælini eru býtt í fýra partar,  grønur vøkstur, heilsu- og borgaratænastur, útbúgving og yvirskipaðar karmar.

 

KT serfrøðingabólkurin hevur verið mannaður við Leif Abrahamsen, Jan Ziskasen, Ulla Joensen, Annika Mittún, Jákup Lamhauge og Oyvindur av Skarði var skrivari.