Seinni partur av samrøðuni
Í fyrra parti av samrøðuni við Niels Egelund, ið er flogskipari hjá Atlantsflog og professari á læraraháskúlanum í Danmørk, greiddi hann frá um óstøðugu tilveruna millum námsfrøði, sálarfrøði og flúgving. Hann avdúkaði, hvussu hann megnaði at gerast sálarfrøðingur eftir bert trimum árum, og nam við umstríddar námsfrøðiligar hugsanir. Fyrri partur var í blaðnum seinasta leygardag.
Tíðin rann, og Egelund gjørdist meira og meira upptikin á læraraháskúlanum, og minni og minni á Muk-Air. Men longu árið eftir, at Atlantsflog vegna niðurskurð hevði sent danan heim, var hann aftur í Føroyum ein mánaða og fleyg millum Vágar og Tróndheim, sum var ein føroysk royndarleið, ið varð niðurløgd stutt eftir.
Í 1996, beint eftir at danska Gulfstream-flogfarið datt niður, var hann aftur í Føroyum, tí ein føroyskur flogskipari vildi sleppa Niður at flúgva. Hesin sami ringdi til Egelund, og spurdi um danin ikki vildi koma aftur til Atlantsflog. Egelund var vorðin professari í januar, men játtaði kortini at koma til Føroya at flúgva í november sama árið. Hann fleyg o.u. ein túr um vikuna í eitt ár og fulla tíð um jóltíðir, meðan aðrir høvdu frí. Í fjør fekk Atlantsflog sær annað flogfar, og tá var Egelund aftur í Føroyum.
? Ongantíð í lívi mínum havi eg vitað, hvat komandi ár hevur havt at bjóða, men eg vænti, at eg haldi áfram, sigur Egelund, ið sunnudagin 29. august fleyg seinasta túrin til Danmarkar í hesum umfari.
Hendan sunnudagin gleddi hann seg til at síggja meira til damuna í Danmørk. Egelund er annars fráskildur maður, og saman eiga hann og fyrrverandi konan 25 ára gamlan son, og 22 ára gamla dóttur. Tá børnini fluttu heimanífrá, valdu hjúnini Egelund at fara hvør til sítt.
? Tað var ótespiligt og harmiligt, men nú havi eg fingið mær eina aðra damu, og hon er flogskipari hjá Maersk?
Føroyskar veitslur spennandi
Hóast tað neyvan man vera spennandi hjá teimum kæru, ið bíða heima, noyðist Niels Egelund at viðurkenna, at tað er spennandi, ongantíð at vita, nær tú ert heima aftur, og hvar tú fert at lenda tá tú flýgur á føroyaleiðini. Føroyska veðurlagið er nú einaferð soleiðis háttað, og hetta heldur hann vera stuttligt. Óstøðuga veðrið her um leiðir heldur hann hava sera stóra ávirkan á føroyingar, og hetta heldur hann sæst aftur í medferðini.
? Bjóðar tú føroyingum í veitslu, koma teir dettandi inn á gólvið í einum tíðarskeiði innanfyri einar tríggjar til fýra tímar. Eg leggi ikki petti í tað, tí eg haldi tað vera sjarmerandi, eins og alt tað sum hendir í føroyskum veitslum er munin meira spennandi enn í teimum donsku. T.d. at proppurin á snapsafløskuni verður tveittur burtur, og drukkið síðani verður til tómt er. Nøkur drekka seg eisini so etandi skít, meðan onnur kanska fara uppá gólv. Tað er forbiðið stuttligt, heldur Egelund stórlæandi fyri, áðrenn vit aftur royna at fáa flogskiparan at tiga, og professaran at tala.
Eiga at fara til verka
Egelund, professari, er í donskum fjølmiðlum endurgivin fyri at siga at danski fólkaskúlin er »útkleimdur í ovurkenslusomum næstrakærleika«, og hetta stendur hann við, hóast hann í dag er í fulltíðarstarvi á tí virda danska læraraháskúlanum, og stendur yvir 25 fólkum á stovni sínum.
Hann hevur ábyrgdina av útbúgvingini hjá einum 500 lesandi, og harumframt er hann granskingarleiðari á einum vælmannaðum stovni á skúlanum. Hann situr í altjóða nevndini, ið kannar m.a. lesiførið og náttúruvitanina hjá børnum kring knøttin, og harumframt er hann við í øðrum granskingarætlanum; sum leiðari og fyriskipari, skilst?
Bert hendan arbeiðsbyrðan hjá Egelund hevur við sær, at hann, tá árið er farið at halla, kann telja sær yvirtímarnar upp til millum 1.000 og 1.500.
? Men eg noyðist at flúgva eisini, og tað vita og skilja tey á læraraháskúlanum. Og tað bilar valla, tí eg veit eisini, at fólk eru nøgd við arbeiði mítt á háskúlanum. Danski kenslumálaráðharrin ringdi til mín hendan dagin, og bað meg koma við í fólkaskúlaráðið, ið er hægsta nevndin yvir danska fólkaskúlanum. Kanska vilja fólk, sum t.d. kenslumálaráðharrin, hava meg við har avgerðir verða tiknar, tí tey vita, at eg fari beinrakin til verka. Eg havi altíð hildið, at best er at hava nøkur stevnumið at ganga eftir; stevnumið, sum síðani eiga at verða eftirmett, og brúkt, um dugur er í teimum. Altso, ikki alt hitt møsnið og tvassið. Eg sigi stutt og greitt, latið okkum fara til verka?
Á jøvnum føti við Venesuela
? Tíðarandin er við mær í hesum; eg havi bara verið óheppin, at eg havi verið ov skjótur á sjóvarfallinum. Í stuttum kann sigast, at eg umboði ta nýggju hugsanina; at nú er tíð at gera upp við 30 ára drúgvu »anti-autoriteru« námsfrøðina, ella við øðrum orðum: Ovurkenslusama næstrakærleikan, møsnið, tvætlið, moralprædikurnar og alt hitt háfloygda fjasið. Nú er tíð at fáa fingrarnar út. Børnini skulu læra at lesa og rokna, og vit eiga at vera á jøvnum føti við onnur framkomin lond. Tað er ein óreingiligur veruleiki, at donsk børn kunnu samanberast við børn í Venesuela, tá talan er um lesiføri. Tí er tað ikki nóg mikið at siga, at vit halda, at børnini kunnu læra okkurt nýtt og spennandi. Kunnu tey tað, so skulu vit undir øllum vera før fyri at prógva tað fyrst, og síðani avgera, at júst tann spildurnýggja lærugreinin er hin mest umráðandi, og at tað sostatt ikki er neyðugt, at børnini duga so væl at lesa, sigur ein avgjørdur Egelund, ið eisini heldur tað vera tiltrongt at spyrja, um tað er í lagi, at donsk børn ikki skikka sær serliga væl longur.
? Tú kemur inn í flokkin, og har sita nakrir næmingar í tjúkkum jakka og við beinunum uppi á borðinum og kalla teg reyvara, og gera púra greitt, at teir ikki ætla sær at flyta beinini av borðinum. Hetta er alt ov linligt og lætt, og tað eru lærararnir, ið sjálvir hava biðið um hetta, eins og teir hava biðið um, at næmingarnir koma ov seint í skúla - lærararnir koma jú alt ov ofta sjálvir darlandi ov seint, sigur Egelund, sum í hesum sambandi heldur tað vera eins umráðandi, at lærarar eru væl klæddir.
? Líkjast lærararnir ótrivavættum, ja so gera næmingarnir tað eisini, heldur hann fyri.
»Tær góðu dygdirnar«
Egelund er púra vísur í, at tann »fesjuta og ófantaliga líkasælan« í danska fólkaskúlanum júst er eitt serligt danskt fyribrigdi. Hóast norðmenn og sviar eisini kenna tað, er tað ikki so eyðsýnt har, heldur Egelund.
? Hetta er ókent t.d. í Finnlandi, og høvdu týskarar borið seg soleiðis at; ja so vórðu teir blakaðir úr skúlanum við brestin; lærarar og næmingar í ein dunga..! Nei, eg skal siga tær, vit eiga at taka tað góða, ið til ber at finna úr farnum tíðum; tær góðu dygdirnar. T.d. haldi eg, at børnini ikki eiga at fara inn í flokshølini, fyrr enn lærarin er komin; og kemur lærarin seinni, ja so eiga tey at reisa seg upp, eins og tey skulu reisa seg, kemur onkur fremmandur á vitjan. Summir starvsfelagar siga hetta vera tað kølsvarta afturhald, men tað haldi eg als ikki..!
? Hetta er at vísa hvørjum øðrum virðing, eins og tað gevur fólki frið at arbeiða, sigur professsarin í námsfrøði, og leggur dent á, at skúlin kortini ikki skal gerast kúgandi, køvandi og merktur av júkan uppí saman og treytaleysum lýdni.
? Argumentið hjá mótstøðufólkunum er, at »børnini eiga at sleppa at menna seg sjálvi, og at lærarin ikki skal ráða. Lærarin skal sáa sjálvseggjan í børnini«, sigur Egelund hermandi, og heldur áfram.
? Hóast eg sjálvur sigi, at lærarin skal ráða, so haldi eg at næmingarnir skulu hava stórt frælsi innan teir karmar, sum eiga at vera, skal frálæran rigga eftir ætlan. Lærarin skal seta nøkur endamál, og gera eina ætlan, ið skal stuðla uppundir endamálini. Síðani skal hann bera so í bandi, at ætlanin verður framd. Hetta er »at ráða« í mínum hugaheimi, sigur hann, og skoytir uppí, at føroysk børn tykjast sær sera dámlig og fólkalig.
Skelkaða gentan
Flestu føroyingar, ið Niels Egelund hevur hitt, eru kortini vaksnir; og teir hevur hann hitt bæði í sambandi við flúgving og læraraháskúlan. Og serliga eina ferðina, tá hann møtti einari ungari kvinnu, minnist hann serliga væl.
? Eg helt fyrilestur á læraraháskúlanum. Beinavegin sá eg, at ein dama sum sat í fremstu røð var føroyingur; hon var í morreyðari troyggju! Eg heilsaði uppá hana aftan á fyrilesturin, og eg helt hana vera stak fitta. Hetta var í september, og stutt eftir fór eg aftur at flúgva við Atlantsflog. Ávegis til Føroya kemur flogternan út í stýrihúsið, og sigur, at ein bilsin genta umborð spyr, um tann Niels Egelund, sum hon júst hevði hoyrt tosa í hátalarunum umborð, var hin sami Egelund, sum eisini var sálarfrøðingur. Flogternan hevði svarað játtandi, og gentan spurdi, um hon kundi sleppa at heilsa uppá meg. Forfarda konufólkið kom síðani fram í stýrihúsið, og álvarsom spurdi hon meg:
? Er tað tú, sum situr har og stýrir..? Ert tú vísur í, at tú ert førur fyri hasum tú situr og ger..? Eg bað hana sissa seg og koma fram at seta seg. Men hon segði, nei takk. Hon helt tað vera burtur úr vón og viti, at eg, seinast hon hevði hitt meg var sálarfrøðingur og professari, men at eg nú sat her og skuldi royna at lenda einum stórum flogfari í Føroyum. Okkurt mátti vera spinnandi galið, helt hon?
Álvarsamur noyddist Egelund at greiða henni frá, at leiðslan í Atlantsflog neyvan hevði givið honum »lyklarnar« til eitt flogfar, sum kostar yvir 100 mió. krónur, og lagt lívið á knøppum 100 menniskjum í hendur hansara, um so var at hon ikki metti mannin megna uppgávuna til fulnar.
? Gentan skilti meg umsíðir; men hon noktaði framvegis at sita hjá mær undir lending, minnist Egelund hugsanarsamur.
BAe146 er best
Stórur munur er á at vera professari í sernámsfrøði, og at vera flogskipari. Spurdur um, hvørja persónliga gleði hann fær í arbeiðum sínum, gerst Egelund eygnafjarur. Hugurin lættir sær á; hann hugsar um flúgving?
? At fara buldrandi við eini 40 tonsum eftir flogvøllinum við 130 míla ferð, lætta sær á og løtu seinni hanga í leysari luft yvir skýggjunum í erva; tað er ótrúligt. Somuleiðis at skula flúgva til Føroya, fullgreiður yvir, at meldurhvirlur eru í økinum yvir Føroyum, at tað regnar illa og vøllurin er hálur; tá er neyðugt at vísa, hvør dugur er í tær, og tað sigist ikki frá kenslunum í tílíkum løtum, sigur hann, og fegnast um flogfarið hjá Atlantsflog, ið hann sigur vera fyrimyndarliga gott til endamálið at lenda í Føroyum?
? BA146e-flogfarið hjá okkum er nógv betur til hetta endamálið enn Boing 737, sum Maersk flýgur við til Føroya. Okkara flogfar hevur fýra smærri motorar, og teir svara aftur beinanvegin tú setur á teir. Ein stórur fyrimunur liggur í hesum, tá tú hongur yvir Sørvágsfirði í ringum melduri og ferðin broytist við jøvnum millumbili. Harumframt hevur tað týdning, at veingirnar ganga á skák úr erva og niður, tí hetta veingjasniðið hevur við sær, at flogfarið er nógv lættari at stýra. Tað, sum er allarbest við okkara flogfari er kortini, at undirstellið er so sterkt, at í roynd og veru ber til at klamsa flogfarið til jarðar, gerst tað neyðugt, sigur Egelund.
Meira bit í flúgving
Flogskiparin og professarin er ikki í iva um, hvat er meira spennandi, at flúgva, ella at halda sálar- og námsfrøðiligar fyrilestrar.
? At standa og tosa um sálarfrøðiligt ástøði einar 6 tímar er í roynd og veru ikki serliga spennandi. Betur dámar mær at halda stuttar fyrilestrar; tá kann eg av álvara gera burtur úr mær, eins og eg geri undir flúgving. Eftir ein slíkan fyrilestur, tá ein triðingur av áhoyrarunum situr og hálvgrætur í illsinni, og hini sita og gána eftir mínum hugsanum, kann eg væl fáa somu kenslu, sum tá eg flúgvi. Hóast meira bit er í flogferðslu enn í námsfrøði?