Vit skulu hava virðing fyri at fólk eru bangin

Higartil er prísurin, føroyingar hava rindað fyri korona, heilt øgiliga bíligur, sigur Jenis av Rana, landsstýrismaður

– Nú er tíðin komin til at lata Føroyar upp aftur – men við størsta varsemi.

Tað sigur Jenis av Rana landsstýrismaður í mentamálum, nú avgerð er tikin um at lata skúlar og dagstovnar til børn upp aftur tann 20. apríl.

Tá verður skúlin opin aftur fyri teimum smæstu næmingunum upp til triðja flokk og tá vera dagstovnarnir opnir aftur.

Jenis av Rana sigur, at higartil hevur okkara stríð ímóti korona hepnast serstakliga væl, tí ógvuliga fá fólk verða smittað.

Tað eigur alt Føroya fólk æruna av, og nú er stundin komin til at fáa meiri lív aftur í samfelagið, men tað skal gerast stig fyri stig, segði hann við útvarpsstøðina FM1, eftir tíðindafund um korona í gjár.

Jenis av Rana sigur, at tá ið tey leggja fyri við at lata tey yngru fara í skúla, er tað eftir tilmæli frá myndugleikunum.

– Tað samsvarar eisini við ta støðu, onnur lond rundan um okkum hava tikið, sigur hann.

Farsóttanevndin heldur, at skuldi tað verið teir eldru flokkarnir, sum fóru fyrst í skúla, hevði tað verið verri at hava tamarhald á støðuni.

Hann ásannar eisini, at tað eru nógv fólk, sum eru bangin, men tað heldur hann er nátúrligt í eini støðu, sum hesari.

– Vit skulu hava virðing fyri, at summu fólk eru bangin, sigur hann.

Tí verður tað ikki eitt krav, at børn skulu í skúla aftir tann 20. apríl, so eru tað foreldur, sum heldur vilja hava børnini heima, eru tey vælkomin til tað.

Hann sigur, at nú skulu myndugleikarnir eisini stuðla fóki í at sleppa av við óttan og tí verður byrjað varisliga. Tí verður skúlagongdin sjálvboðin so at foreldur kunnu venja seg við støðuna og senda børnini í skúla tá ið tey føla seg trygg við tað.

– Summi foreldur hava uttan iva brúk fyri at vita, hvussu alt hetta gongur, og so fáa tey kanska dirvi til at bróta burtur úr óttanum, sigur hann.

Ein møguleiki er at lata meiri upp, men tá er vandin fyri, at korona mennist aftur og fær fótin rættiliga fyri seg í Føroyum, og tað hevði fingið álvarsligar menniskjansligar avleiðingar, heldur landsstýrismaðurin.

– Tann avgerðin, vit hava tikið í sambandi við korona, og tey tilmæli myndugleikarnir eru komnir við, er ein ómetaliga bíligur prísur at rinda fyri hesa farsóttina, sigur landsstýrismaðurin.

Trýst á pílin undir myndini og hoyr landsstýrismannin greiða frá á FM1, hvussu hann sær støðuna beint nú