Vit skulu ikki leypa fram av í sambandi við ætlanina at gera undirsjóvartunnil til Suðuroyar.Tað heldur Steffan Klein Poulsen, tingmaður fyri Miðflokkin.
Vit skulu »sígga tíðina ann«, sum hann málbar seg, tá ið løgtingið hevði orðaskifti um at stovna eitt felag til at fyrireika og gera undirsjóvartunnil til Suðuroynna.
Tað, sum hann serliga ivast í, er hvussu stórar inntøkurnar fara at vera av bummgjøldum frá bilum, sum fara at koyra ígjøgnum tunnilin.
Metingar vísa, at eini 1.600 bilar fara at koyra ígjøgnum ein Suðuroyartunnil um dagin, ella 800 bilar hvønn vegin.
Steffan Klein Poulsen heldur, at áðrenn vit fara undir undirsjóvartunnilin, eiga vit at hava eina ábending um, hvussu hetta fer at halda og um hetta kanska er ov bjartskygt.
Tí heldur hann, at vit skulu lata tíðina arbeiða nakað fyri okkum og lata Eysturoyartunnilin og Sandoyartunnilin standa sína roynd í eina tíð fyri at vita, hvørjar inntøkur teir fáa, og hvussu teir bera seg-
– So vit hava vit tað metanina at meta okkum út frá, sigur Steffan Klein Poulsen. Hann sigur, at Suðuroyartunnilin er um ein stór og ógvuslig íløga og tí mugu eisini brúka vit og skil, og vera realistisk, heldur hann.
Hinvegin viðurkennur hann eisini, at tað eru stórar sparingar í at gera ein Suðuroyartunnil, tí so slepst undan øllum útreiðslunum til at halda Smyril siglandi, og til ein nýggjan Smyril eina ferð í tíðini.