Framferðin hjá onkrum serlæknum á Landssjúkrahúsinum er ósjarmerandi.
Tað heldur Kaj Leo Holm Johannesen, formaður í Sambandsflokkinum, og løgmaður.
Nú eitt kvøldið skipaði sambandsfelagið í Suðurstreymoy fyri kjakfundi um støðuna í heilsuverkinum.
Og har varð eisini nomið við støðuna, sum hevur tikið seg upp, eftir at serlæknar hava verið alment frammi í bløðunum og boðað frá, at fáa teir ikki ávísar sømdir, fara teir úr starvi.
Tveir av teimum hava verið Pero Sore, serlækni í gikt og Tórmóður Stórá, serlækni í psykiatri.
Hetta er fallið formanninum í Sambandsflokkinum fyri bróstið.
Hann sigur, at tað hevur ómetaliga stóran týdning, at politikarar ikki renna eftir teimum, sum rópa harðast.
- Eftirlíka vit krøvunum hjá einum yvirlækna, sum ger vart við seg í fjølmiðlunum, verður tann næsti eisini skjótur at seta krøv.
Hann vísir á, at er talan um eitt neyðarróp, skal tað takast í álvara. Men vit mugu aldrin renna eftir teimum, sum rópa harðast.
- Á einum arbeiðsplássi við fleiri hundrað arbeiðsfólkum, stingur altíð okkurt seg upp, sum eigur at vera betri, sigur formaðurin í Sambandsflokkinum.
- Vit hava dugnaligar serlæknar, men tað er onki so ósjarmerandi sum at hoyra teir í fjølmiðlunum dag um dag. Tað skapar ótryggleika, og eg taki tað sum anarki á Landssjúkrahúsinum, sigur Kaj Leo Holm Johannesen.
- Sjálvandi skulu vit lurta, men skulu vit eftirlíka øllum, er skjótt at missa tamarhaldið, sigur Kaj Leo Holm Johannesen.
- Vit eiga avgjørt at virða serlæknarnar. Teir gera eitt sera stórt arbeiðið, sum teir eisini fáa sera góða løn fyri, men tað ber ikki til at tvinga ein lækna at verða verandi á einum arbeiðsplássi.
- Tann sum ikki vil verða verandi, má fara og so mugu vit fáa onkran annan, segði hann. Vit kunnu ikki halda fram at lifra og lifra, legði hann afturat.
Petur Ellefsen, sum hevur verið lækni í eitt mannaminni, er ikki samdur. Hann staðfestir, at trupulleikin er, at fer ein lækni, ber ber ikki til at fáa ein annan ístaðin.
Hann vísir á, at yvirlæknar hava víst á, viðurskifti, sum ikki eru nøktandi, og verða tey ikki rættað, fara teir. Og tíbetur hevur samgongan eftirlíkað teimum, sigur Petur Ellefsen.