Vit skulu ikki rinda eftir lønini

Men lesandi, sum hava eina varandi sjúku, sleppa kanska bíligari

Tað er eingin ætlan um at fólk, sum tjena nógv, skulu rinda meiri fyri heilivág, enn tey, sum tjena lítið. Tað sigur Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum.

Tað hevur gingið illa hjá Heilsutrygd at fáa útreiðslur og inntøkur at javnviga tí útreiðslurnar eru hækkaðar so nógv. Av tí sama varð gjaldið sum fólk skulu rinda, hækkað nakað.

Men síðani hevur Ingilín Didriksen Strøm, tingkvinna fyri Javnaðarflokkin, spurt landsstýrismannin, um nøkur ætlan er um at gera tað, sum fólk skulu rinda fyri heilivágin, stigveksandi, alt eftir, hvussu nógv tey tjena. Tað merkir, at tey, sum hava góða løn, skulu rinda meiri og tey, sum tjena minni, skulu eisini rinda minni.

Ingilín Didriksen Strøm sigur, at sum støðan er nú, skulu tey, sum eru yvir 67, og fyritíðarpensjónistar, í mesta lagi rinda 1.359,15 krónur um árið fyri heilivág, og hava tey brúk fyri meiri er tað ókeypis.

Men fólk ímillum 18 og 67 skulu sjálvi rinda 2.125,65 krónur fyri heilivág og ikki fyrr enn tey hava brúk fyri meiri enn tað, er tað ókeypis.

Børn og ung undir 18 ár, gjalda einki egingjald.

Men lesandi yvir 18 ár á miðnámsskúla, ella sum eru undir hægri lestri, fáa ímillum 1.900 og 4.400 um mánaðin í stuðuli, alt eftir, um tey hava egnan bústað og um tey hava børn.

Hava tey tørv á dýrum heilivági, er hetta ein so stór útreiðsla, at tað kann vera ringt at fáa endarnar at røkka saman.

Samstundis sleppur ein, sum tjenar 40.000 krónur um mánaðin, munandi bíligari upp á seg.

Men er tilskotið til heilivág sett eftir inntøkuni hjá fólki, høvdu láglønt, lesandi og fyritíðarpensjonistar fingið tað størsta tilskotið, meðan hálønt høvdu rindað mest, sigur Ingilín Didriksen Strøm.

Men Kaj Leo Holm Johannesen ger greitt, at hann hevur ongar ætlanir at gera tilskotið til heilivág stigvaksandi eftir inntøkuni.

Harafturímóti fer hann at kanna, um tað ber til at lækka egingjaldið hjá lesandi, ið hava eina kroniska sjúku.

Landsstýrismaðurin sigur, at tey, sum rinda mest fyri heilivág, sum Heilsutrygd letur tilsko til, rinda í miðal 177,14 krónur um mánaðin. Teir pensjónistar, sum rinda mest, rinda í miðal 113,26 krónur um mánaðin.

Soleiðis er munurin ímillum tey 18 – 67 ára, og ein pensjónist, sum brúka heilt nógvan heilivág, 63,88 krónur um mánaðin.

Kaj Leo Holm Johannesen ger eisini vart við, at fyri ein part er gjaldið til heilsutryg tengt at inntøkuni. Tey, sum eru fylt 18 ár, gjalda 175 krónur um mánaðin í gjaldið til Heilsutrygd, men tey rinda eisini 0,7 prosent av inntøkuni. – Hetta merkir, at lesandi yvir 18 ár, og sum ikki hava aðra inntøku, rinda minni til Heilsutrygd enn pensjónistar, sum hava eina hægri inntøku.

– Skal tilskotið verða eftir inntøku, krevur tað munandi broytingar í KT-skipanini á apotekinum, samstundis sum at  skipanin verður munandi verri at umsita. Landsstýrismaðurin sigur, at tí hevur landsapotekarin staðiliga mælt frá at gera tilskotið stigveksandi, sigur landsstýrismaðurin.